22.06.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýtt dagtilboð á Glyvrum fyri minnisveik, sum eru yngri enn 67 ár

Nýtt dagtilboð á Glyvrum fyri minnisveik, sum eru yngri enn 67 ár

Nú er nýggja dagtilboðið fyri minnisveik, sum eru yngri enn 67 ár, latið upp á Glyvrum.

Tilboðið er fyri fólk, sum búgva í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Endamálið er at tryggja hesum fólkum ein innihaldsríkan og tryggan gerandisdag og at stuðla teimum at varðveita lívsgóðskuna.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, er sera fegin um, at hetta tilboðið nú er farið at virka:

“Tað er gleðiligt og vón mín er, at staðið fer at vera til gleði og bata hjá teimum, sum hava tørv á tí,” sigur hon.

Eitt dagtilboð til minnisveik er longu í Skotarók í Havn, har pláss er fyri átta. Hetta tilboð er sera væl vitjað. Higartil hava fólk úr Eysturoynni og Norðoyggjum koyrt til Havnar, og tað kann vera alt ov strævið.

“Tí eri eg so sera fegin um, at tað bar til at lata hetta tilhaldið upp á Glyvrum,” sigur landsstýriskvinnan.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett sær fyri, at fólk, sum eru millum 18 og 67 ár og sum eru minnisveik, skulu ikki detta niður ímillum, og hetta er eitt av átøkunum til at tryggja tað.

Við nýggja tilboðnum á Glyvrum verða tvífalt so nógv fólk her á landi, sum fáa gagn av hesi tænastu, nú enn eitt tilboð við pláss fyri átta letur upp.

Í morgin, týsdag, verður móttøka í sambandi við, at nýggja dagtilboðið letur upp.

Orsakað av almennu tilmælunum í mun til Korona smittu, er móttøkan ikki almenn, men fyri innboðnum.

mynd: Bjarni Árting Rubeksen