12.01.2022 · Almannamálaráðið

Nýtt umboð í Demokratia

Nýtt umboð í Demokratia

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur valt nýtt umboð í Demokratia. Talan er um Róa B. Poulsen, ið avloysir Joan Samuelsen, sum umboð fyri Fólkaflokkin.

At valið fall á ein mann, fylgir ásetingunumr í javnstøðulógini um, allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi skulu vera sett soleiðis saman, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum hava umboðan.

Nevndin, sum nú situr, varð mannað 11. mars 2020, og hevur skipað seg við Kristinu Gry Berg. sum forkvinnu, og Ólavi í Geil, sum næstformanni. Hinir limirnir eru Maud Poulsen, Petur Matrin Hansen, Andrias Jacobsen, Dorit Hansen, Marna Jakobsen, Helena Fríðheim og  Anita Fuglø.

Mannagongdin er, at nevndin fyri Demokratia verður vald eftir tilmæli beint eftir løgtingsval fyri alt tað valskeiðið, sum Løgtingið situr. Umboð, ið hava sitið fyrr, kunnu veljast aftur.

Demokratia hevur til endamáls at virka fyri at fáa javnari og øktari kynsumboðan í politikki, bæði á Løgtingi og í kommunustýrum kring landið. Fyri at stuðla undir hesum, verður skipað fyri tvørpolitiskum tiltøkum. Eitt av málunum er at virka fyri, at umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.

Í nevndini fyri Demokratia sita umboð úr hvørjum flokki á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagssamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina.