14.02.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

Orðaskifti um orðið "brek"

Orðaskifti um orðið "brek"

Mánakvøldið, 13. februar 2017, tók landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen, lut í orðaskifti, ið Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, MBF, skipaði fyri í Klaksvík.

Endamálið við tiltakinum “Ber orðið brek?” er at skapa kjak um orðið "brek". Í eina tíð hevur spurningur verið settur um neyðugt er at finna nýtt orð, ið lýsir fólk, ið bera brek, á ein meiri positivan hátt.

Landsstýriskvinnan fegnast yvir, at MBF, sum umboðar eina fjøld av fólki úr 24 ymiskum limafeløgum, hevur tikið stig til hetta kjakið.

“Skal nýtt orð finnast er umráðandi, at tað ikki er politiska skipanin, ið er upphav til nýggja orðing, men heldur tey, ið verða fevnd av orðinum, og sum skulu kenna seg aftur í orðinum” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.

Á fundinum mánakvøldið var gott og lívligt kjak um evnið, og fleiri nýggj orð vóru uppi at venda. Gjøgnumgangandi fyri kjakið var tó, at tað ikki neyðturviliga er orðið, ið skal broytast, men heldur hugburðurin í samfelagnum til fólk, ið bera brek. Samfelagið skal fevna øllum borgarum, og pláss skal vera fyri okkum øllum. Eitt orð merkir tað, ið vit leggja í orðið, og  vit eiga øll í felag at virka fyri, at hugburðurin til menniskju, ið bera brek verður broyttur. Niðurstøðan á fundinum var, at vit øll eru menniskju við javnbjóðis rættindum.