02.05.2019 · Almanna- og mentamálaráðið

PARTUR AV BÚSTAÐAPAKKANUM ENDALIGA SAMTYKTUR

PARTUR AV BÚSTAÐAPAKKANUM ENDALIGA SAMTYKTUR

Løgtingið hevur nú endaliga samtykt uppskotini hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um broyting av ávikavist løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt og leigulógini. Lógaruppskotini vóru ein partur av bústaðapakka landsstýrisins, sum arbeitt hevur verið við síðani á heysti 2018.

Við broytingunum kunnu kommunurnar frameftir seta á stovn eldrabústaðir at leiga út til borgarar, ið eru 60 ár og eldri. Áðrenn broytingina kundu kommunurnar bara seta á stovn eldrabústaðir til fólkapensjónistar. Endamálið er at slóða fyri einum nýggjum bústaðamynstri, har eldru borgararnir hava møguleika at flyta inn í smærri, meira hóskandi bústaðir, soleiðis at yngru ættarliðini í størri mun kunnu yvirtaka sethúsini.

Broytingarnar hava eisini við sær, at markið millum vinnuliga og ikki-vinnuliga útleigu verður flutt, at privatir útleigarar fáa møguleika at gera avtalur við Almannaverkið um ávísingarrætt, og at leigunevndin fær heimild at seta greitt órímiliga húsaleigu niður.

Eisini fær Almannaverkið heimild at seta á stovn ein bráðtørvslista til borgarar, ið hava ein serliga átrokandi bústaðartørv.