16.01.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Pensjónsnýskipanin til 1. viðgerð

Pensjónsnýskipanin til 1. viðgerð

Løgtingið fer í dag undir at viðgera pensjónsnýskipanina. 1. viðgerð av teimum seks lógaruppskotunum, sum eru partur av nýskipanini, eru á skránni til løgtingsfundin, sum byrjar kl. 10.

Pensjónsnýskipanin hevur verið leingi ávegis. Uppskotini vórðu send til hoyringar í heyst, og nógv nýttu høvið at gera viðmerkingar. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at viðgerðin av hoyringarsvarunum hevur havt við sær, at nýskipanin er vorðin meira fullfíggjað.

“Eg fegnist um, at tað hevur eydnast at gera eina haldføra nýskipan, ið fer at tryggja verandi og komandi fólkapensjónistum eina betri pensjón”, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í stuttari viðmerking.