05.05.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða á ráðstevnuni "Vit vilja gera mun"

Røða á ráðstevnuni "Vit vilja gera mun"

Í dag hevur Almannaverkið skipað fyri ráðstevnuni "Vit vilja gera mun".

Í hesum sambandi bar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fram hesa røðu:

"Góðan morgun øll tit, sum eru møtt til hesa so sera áhugaverdu ráðstevnuna og góðan morgun til tykkum starvsfólk á Almannaverkinum, sum hava ein lyklaleiklut á degnum í dag. Hjartaliga vælkomin til ráðstevnuna, sum hevur heitið “vit vilja gera mun”. Eg eri fegin um, at undirtøkan er so góð og áhugin so stórur, tí tað er av sonnum eitt týdningarmikið evnið, sum ráðstevnan snýr seg um.

At Almannaverkið nú fyri aðru ferð skipar fyri eini ráðstevnu av hesum slag ber boð um, at Almannaverkið, sum er ein av grundarsteinunum í føroyska samfelagnum, er fyri framburði. Almannaverkið ynskir at gera mun – hetta er kjølfest í stevnuni hjá stovninum, og hetta er tað, sum eg sum landsstýriskvinna í almannamálum havi upplivað hetta hálvaannað árið, eg havi verið í embætinum. Sosiala vælferðin hjá føroyingum og Almannaverkið hongur óloysiliga saman, og tað er ein sannroynd, at Almannaverkið í gerandisdegnum ger mun í lívinum hjá mongum føroyskum familjum og ger tað í størri mun nú enn nakrantíð áður. Hinvegin ger Almannaverkið eisini mun hjá okkum politikarum og hjá mær sum landsstýriskvinna, tí Almannaverkið er ein vitanarstovnur, og mínar royndir eru, at ráðgevingin og vegleiðingin í sambandi við lóggávuarbeiði og í sambandi við innrættan av vælferðarskipanunum veruliga er kvalifiserað.

Vit hava meira vælferð nú enn nakrantíð áður, men vit eru als ikki komin á mál – heilt á mál koma vit neyvan, tí vit fáa áhaldandi nýggjar avbjóðingar, og tí hevur tað eisini týdning støðugt at seta sær nýggj mál – eisini á sosiala økinum. Samfelagið er í støðugari menning, og ein støðugt broytilig samfelagsskipan kann elva til polariserings- og marginaliseringstrupulleikar, sum vísa seg sum sosialur ójavni, soleiðis at einstaklingar og bólkar verða útihýst frá at virka í samfelagslívinum. Hetta skulu vit sum politikarar sjálvandi verða tilvitaðir um og hava eisini høvuðsábyrgdina av at fyribyrgja, men tað er ongin ivi um, at Almannaverkið er okkara forlongdi armur og ein týdningarmikil viðspælari í at røkka hugsjónini um góða samfelagnum fyri øll.

Eg havi fingið handað tilmæli um ein tænastupolitikk við heitinum “Borgarin skal takast við upp á ráð”. Saman við tilmælunum er eisini ein frágreiðing, sum lýsir tænastur, sum verða veittar í dag, hvørjar avbjóðingar eru bæði í mun til lóggávu, fíggjarkarm og tænastur. Tænastupolitikkurin stingur út í korti, hvørjar meginreglur tænasturnar framyvir skulu byggja á, hvørjar tænastur skulu veitast, og hvussu hesar skulu skipast. Fyri at siga tað stutt, so skulu vit veita eina dygdargóða tænastu, ið er lagað til tørvin hjá tí einstaka borgaranum, har familjan og tey avvarðandi hava ein virknan leiklut. Starvsfólkini skulu vita, at vit hava álit á teimum, og tey skulu hava góðar umstøður at útinna tænastuna á einum fakliga høgum støði. Eisini skulu vit arbeiða fram ímóti, at borgarin fær tænastuna uttan ov langa bíðitíð.

Fyrr í vikuni var aðalorðaskifti í Løgtinginum um tænastupolitikkin, og politikkurin fekk sera jaliga undirtøku. Sostatt eru vit nú til reiðar at fara undir at arbeiða við eini nýggjari tænastulóg – eitt arbeiði, sum eg eri ógvuliga spent upp á. Eg havi sett mær fyri, at nýggj lóggáva um almannahjálp, tænastur, rættartrygd og tvingsil skal leggjast fyri tingið í komandi tingsetu, sum kann fáa virknað 1. januar 2019.

Forsorgarlógin, sum higartil hevur verið sosialpolitiski hornasteinurin í Føroyum, hevur tænt okkum væl, men hon er eftirhondini ótíðarhóskandi, ófullfíggjað og pjøssað upp á í skjótt 50 ár. Øll landsstýrini síðani 1995 hava sett sær sum mál at fáa eina nýggja forsorgarlóg, og hetta ber kanska boð um, hvussu trupult málið er, og hvussu stóran týdning lógin hevur fyri føroyingar. Men eg eri sannførd um, at vit loksins eru við at koma undir land við eini nýggjari lóg.

Nýggja tænastulógin verður eitt framhald av forsorgarlógini og verður sostatt eisini eitt átak, sum fer at stuðla Almannaverkinum at gera enn betri mun.

Eitt av fremstu raðfestingarøkjunum komandi árini verður bústaðir til fólk við serligum tørvi. Sum kunnugt eru settar av umleið 200 mió. kr. í kørmunum komandi árini til at skapa virðilig kor til borgarar, sum í so mong ár hava staði í aftastu røð, tá tað um bústaðir ræður. Talan er um eina søguliga víðfevnda raðfesting, sum eg eri ómetaliga fegin um, og sum fær stóran týdning fyri tey, sum í dag búleikast í korum, sum í stóran mun ikki eru egnað til bústaðarendamál, umframt at tilboð kunnu bjóðast til fleiri borgarar.

Sum so ofta nevnt í almenna rúminum, so hava vit eina demografiska avbjóðing, sum hevur við sær, at trýstið á vælferðarskipanir og trýstið á Almannaverkið er økt munandi seinastu nógvu árini, og tí verður neyðugt frameftir at leggja enn størri dent á at gera borgaran meira sjálvbjargnan og sjálvhjálpnan. Rúmd skal vera hjá hvørjum einstøkum at menna egin evni, og hvør borgari skal hava møguleika at geva sítt íkast eftir førimuni. Avgerðir skulu takast saman við viðskiftafólkunum og teirra avvarðandi. Júst leikluturin hjá teimum avvarðandi er eitt føroyskt vælferðarligt serfyribrygdi, og hetta serfyribrygdi eiga vit at varðveita, gagnnýta og stimbra.

Fyri at stuðla undir at Almannaverkið framhaldandi kann vera viðspælarin, er tað er av alstórum týdningi, at starvsfólk fáa íblástur og verða førleikament, og at stovnurin verður mentur, og tað er ein dagur sum í dag við til at gera. Men vit mugu altíð hava fyri eyga, at tað fyrst og fremst er borgarin, sum skal hava ágóðan av einum betri Almannaverkið. Ein táttur í hesum er, at Almannaverkið gerst sjónligari, og at borgarin fær innlit í virksemið hjá stovninum. Og Almannaverkið er broytt – Almannaverkið er komið á breddan og dagurin í dag er eisini eitt týðuligt tekin um tað.

Eg fari at ynskja tykkum eina góða ráðstevnu. Dagurin hevur eina áhugaverda skrá, har dentur verður lagdur á bæði viðurskifti, sum ávirka almannaøkið í dag og í morgin, men eisini í einum longri perspektivi. At vit missa ungdómin, sum eisini er evnið á kjakfundinum til seinast í dag, síggi eg sum eina av mínum fremstu avbjóðingum sum landsstýriskvinna. Eg vænti, at at bæði vit sum eru vald at taka avgerðir og øll tit, sum møta borgarum og viðskiftafólkum hvønn dag, fáa íblástur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Eg fari at loyva mær at enda við at endurgeva Kirkegaard, sum minnir okkum á, at tað at hjálpa einum øðrum menniskja á jøvnum føti, kanska ikki er so lætt.

At man, naar det i Sandhed skal lykkes en at føre et Menneske hen til et bestemt Sted, først og fremmest maa passe paa at finde ham der, hvor han er, og begynde der.”

Takk fyri !"

Eyðgunn Samuelsen