09.03.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða í sambandi við at Umsorgarnarheimið Gloria lat upp

Røða í sambandi við at Umsorgarnarheimið Gloria lat upp

Leygardagin 3. mars lat Umsorganarheimið Gloria upp, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna var til móttøkuna og bar fram niðanfyri standi røðu:

Góðan dagin øll somul.

Í dag er ein stórur dagur – ein fagnaðardagur, sum nógv hava arbeitt miðvíst fram ímóti í longri tíð. At umsorgarnarheimið Gloria letur upp í dag er eitt úrslit av góðum samstarvið millum fleiri partar. Fyrst og fremst, tykkum her norðuri sum hava tikið stig til, at vit nú kunnu veita nøkrum av okkara veikastu borgarum eitt gott bútilboð her í Klaksvík. Harnæst er tað sera gleðiligt, at Klaksvíkar kommuna hevur verið so jalig í mun til verkætlanina, og veitir ein týðandi part av fíggingini saman við stuðlinum frá landinum.

Ongin okkara kemur í gjøgnum lívið uttan at gera mistøk, men summi mistøk eru meira sjónlig og trupult at liva við, og tað er trupult at fóta sær aftur. Tá hevur tað stóran týdning, at tað eru fólk, sum vilja hjálpa og veita umsorgan. Hetta liggur tykkara hjarta nær, sum hava fingið hetta tilboðið í lag, og sum fara at arbeiða her á staðnum. Og tað eru vit nógv sum eru tykkum sera takksom fyri.

Í fjør fekk eg handa eitt tilmælið til tænastupolitikk. Í hesum tilmælinum var víst á, at lívskorini hjá borgarum í Føroyum, sum fáa bútilboð til heimleys sambært Almannaverkinum eru bøtt munandi, síðani heimild varð fingin at veita stuðul til hesi bútilboð. Almannaverkið hevur havt ein týðandi leiklut í mun til at vit í dag hava meira skipaði viðurskifti og eru ein týðandi viðspælari hjá sjálvbodnu felagsskapunum. Karmarnir sum sjálvbodnir felagsskapir geva, eru góðir og viðurskiftini eru blivin meira skipaði. Í nógv ár hava Frelsunarherurin og Blái Krossur fingið stuðul til at reka serlig bútilboð og hesi bútilboð eru staðsett í Havn.

Frelsunarherurin hevur eitt herberg, har pláss er fyri 11 fastbúgvandi búfólkum og umframt 4 náttarplássum. Blái Krossur hevur eitt forsorgarheim har pláss er fyri 8 fólkum. Í Norðoyggjum hevur leingi verið eitt ynski, og ein tørvur at veita eitt bútilboð til heimleys.

Tit, í sjálvbodna felagsskapinum Soli Deo Gloria hava seinastu árini verið sera ágrýtin fáa hetta bútilboð stovnsett. Sum sjálvboðin, kristiligur felagsskapur fara tit nú at reka hetta umsorgarnar­heimið í Klaksvík, og her verður rúm fyri 8 borgarum.

Vit hava sum samfelag eina ábyrgd av taka okkum av øllum okkara borgarum, men tað almanna er ikki altíð best at røkja allar uppgávur. Sjálvbodnir felagsskapir hava eitt nú lættari við at koma í samband við ávísar samfelagsbólkar, og duga væl at finna loysnir, sum virka á ein skynsaman hátt. Tað er umráðandi, at vit sum samfelag geva rúm fyri at sjálvbodnir felagsskapir kunnu blóma og at vit samfelag stuðla uppundir hesi týðandi framtøk, sum sjálvbodnir felagsskapir taka stig til. Eitt av hjartanum tøkk til øll tykkara, sum hava verið við til at gjørt henda dreym til veruleika.

Takk til Løgtingið og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild og fyri vælvilja at játta pening, soleiðis at henda verkætlan kundi gerast til veruleika. Takk til Almannaverkið fyri gott og konstruktiv samstarv. Og Klaksvíkar kommuna fær eina serliga tøkk fyri sín virkna leiklut og góðan samstarvsvilja.

At enda fari eg at ynskja tykkum starvsfólkum, og teimum sum her fara at húsast, til lukku og góðan byr.

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen

Landsstýriskvinna í almannamálum