17.11.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða í sambandi við, at Virknis- og umlættingardepilin letur upp í Sandoynni

Røða í sambandi við, at Virknis- og umlættingardepilin letur upp í Sandoynni

Í dag handaði Landsverk Almannamálaráðnum nýbygda Virknis- og Umlættingardepilin á Sandi. Nýggi bygningurin, ið er ætlaður børnum og ungum í Føroyum við serligum avbjóðingum, er nú klárur at taka í nýtslu.

Landsstýriskvinnan Eyðgunn Samuelsen helt røðu í sambandi við avhendanina. Røðan kann lesast niðanfyri:

"Vit mugu ásanna, at seinnu árini er tørvsmynstrið á tilboðum og viðgerðum til fólk við serligum tørvi broytt nógv. Fyri at vit kunnu veita nøktandi tilboð, mugu vit viðhvørt hugsa eitt sindur ótraditionelt. Og tá arbeiði við at gera ein virknis- og umlættingardepil byrjaði á vári 2013, varð dentur beinanvegin lagdur á at hugsa í framtíðarloysnum í staðin fyri “her-og-nú”-loysnum. Og í dag síggja vit, hvat úrslit vit fáa við slíkari nýhugsan - tí hetta er eitt heldur annarleiðis tilboð enn tað, vit annars eru von við.

Og nú standa vit so her – í hesum nýggja, snotiliga bygninginum, sum er ein virknis- og umlættingardepil til fólk við serligum avbjóðingum. Og hetta er sanniliga ein góð kensla!

Fyrst og fremst verður virknis- og umlættingardepilin á Sandoynni karmur um lokala virksemið á almannaøkinum og eitt landsfevnandi tilboð, ið gevur øllum borgarum í Føroyum við serligum avbjóðingum møguleika fyri at fáa umlætting í gerandisdegnum og vikuskiftinum.

Men tað, sum er serligt við hesum bygninginum, er, at hann er bygdur soleiðis, at hædd er tikin fyri møguligum framtíðartørvi. Sum vit øll vita, so nýtist tørvurin, sum er á tilboðum og viðgerðum í dag, ikki at vera tann sami um nøkur ár, og verður tørvurin størri á vardum bústaði, so ber til at umskipa fleiri av umlættingarplássunum til varandi bústað. Vit hava sostatt fingið eitt tilboð, har møguleiki er fyri at broyta og tillaga virksemið eftir tørvinum á økinum og í landinum sum heild. Eg vil næstan kallað hetta fyri eitt “livandi” tilboð. Og hetta er eitt stórt framstig á almannaøkinum, sum vit øll kunnu vera errin av.

Tit, sum hava arbeitt við hesi verkætlan, hava lagt stóran dent á at skapa eitt heimligt umhvørvi, soleiðis at teir borgarar, sum fara at brúka depilin, uppliva trivnað og menning. Tit hava arbeitt fram ímóti, at fáa hølir sum eru heimlig, og ikki bera brá av, at talan er um ein stovn. Eg má siga, at hetta hevur eydnast tykkum sera væl, og tit skulu sanniliga fáa rós fyri hetta vala verk, og eg eri sannførd um, at tey, sum fara at húsast her, fara at trívast. Tá avgerðin varð tikin um at byggja virknis- og umlættingardepilin á Sandoynni, varð leitað eftir eini hóskandi staðseting. Í hesum arbeiði hevur Sands kommuna verið ein sera góður samstarvsfelagið, og ynski eg at takka kommununi fyri góða samstarvið og ikki minst fyri staðsetingina – hetta er eitt sera vakurt umhvørvi, og eg ivist ikki í, at tey, sum fara at brúka hetta tilboð, eisini eru takksom fyri at vera í einum so vøkrum umhvørvi.

Umframt løgtinginum, sum einmælt samtykti at fremja hesa ætlan, so fari eg at nýta høvið at takka øllum tykkum, sum hava verið við til at fremja hesa verkætlan í verki. Tit, sum hava sitið í bygginevndini – umboð frá Almannaverkinum og Almannamálaráðnum – hava við tykkara innliti og royndum, gjørt eitt stórt arbeiði at fyrireika byggingina. Landsverk hevur bæði veitt holla ráðgeving til bygginevndina og staðið sum byggiharri. Tit ráðgevarar og arkitektar: Kontrast, SMJ og LBF hava skapað og teknað depilin, og VD (Valbjørn Dalsgarð) hevur havt leiklut sum arbeiðstakari, og hevur staðið fyri byggingini. Harumframt eru fleiri undirveitarar, sum eg takki hjartaliga fyri væl úr hondum greitt og flott handverk. Og øllum tykkum, sum hava havt ein virknan leiklut í at fáa hesa verkætlan gjøgnumførda, takki eg hjartaliga.

At enda fari eg at ynskja tykkum øllum, bæði borgarum, starvsfólkum og leiðslu, sum fara at brúka depilin, hjartaliga til lukku við deplinum og blíðan byr.

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum"

Myndir frá løtuni: