22.02.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða í sambandi við móttøku í Veristaðnum í Sørvági

Røða í sambandi við móttøku í Veristaðnum í Sørvági

Fyrst vil eg takka Almannaverkinum fyri innbjóðingina og fyri at eg sleppi at siga nøkur orð til hesa móttøku - har vit í felag kunnu fegnast um nýumvældu hølini, sum eru karmur fyri sambýlið og veristaðið, sum nú verður skipað.

Tit, sum búgva her fara vónandi at fáa gleði av umvælingini sum merkir, at tit hava fingið tykkara egnu inngongd, sum tit ikki longur skulu deila við starvsfólkini og tykkara egna baðiverilsi. Tað, sum tó hevur størst týdning er, at tit saman við starvsfólkunum kunnu skapa tykkara egna heim og tykkara egna gerandisdag við tí sum hartil hoyrir.

Verkstaðurin, sum hevur virkað í hølinum hjá “Johnson” á Ovarivegi síðani 2004, verður í dag 22.februar 2017 doyptur av nýggjum – eg kenni ikki navnið, men tað fáa vit so at vita um eina løtu. Samstundis verður tað umskipað til eitt veristað. Ætlanin er, at verandi virksemið heldur fram samstundis sum tilboðið verður víðkað soleiðis, at fleiri borgarar kunnu fáa gleði av tilboðnum. Almannaverkið ætlar, at tilboðið eisini skal hava opið okkurt kvøld um vikuna, at skipa fyri fleiri tiltøkum, eta døgurða saman og hava kafékvøld – bara fyri at nevna nøkur dømi.

Endamálið er, at tit, sum brúka veristaðið skulu hava møguleika at hava ein aktivan gerandisdag og kenna tykkum, sum part av einum felagsskapi. Eg vil ynskja okkum øllum tillukku við veristaðnum og tað er mín vón, at tit sum koma at brúka veristaðið fáa gleði av tilboðnum.

Fyri knøppum 3 vikum síðani fekk eg handa tilmælið um tænastupolitikk við heitinum: “Borgarin takast uppá ráð.”, sum verður lagdur fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í næstum.

Í politikkinum verður lagt upp til, at myndugleikar, starvsfólk saman við borgarum og avvarðandi í felag skulu skapa tænastur, sum verða veittar og at størri atlit skulu takast til sjálvræði hjá borgarum, tá tænasturnar verða lagdar til rættis.

Hetta merkir m.a. at vit sum myndugleiki og starvsfólk skulu gerast betri til, at spyrja tykkum, sum skulu hava tænasturnar, hvat tit sjálvi ynskja og vilja.

Eg havi fingið okkurt bræv frá onkrum av tykkum - og sum eg skilji á lagnum - so er næstan dagligt samskifti millum Edvard Heen og onkran av tykkum. Tað er gott og tekin um, at tit sum her búgva og búleikast kenna tykkum trygg og hava áræði og dirvi til at siga, hvat tit sjálvi vilja og ynskja – tíverri er tað so ikki altíð at tað ber til at ganga tykkara ynskjum á møti.

Men eg vóni, at vit um ikki so langa tíð í størri mun enn higartil kunnu geva tykkum og øðrum, sum hava tørv á tí, møguleika fyri at velja tykkara egna bústað. Eg kann í øllum førum siga tykkum, at vit í løtuni arbeiða nátt og dag saman við Almannaverkinum við at fáa fleiri og betri bústaðir at velja ímillum.

Eg skal eisini takka Sørvágs kommunu fyri fyrimyndarligt samstarv, sum eg skilji hevur verið øll árini síðani virksemið byrjaði í 1999 - tá dagtilboð lat upp í skúlanum í Sørvági til í dag nú kommunan hevur raðfest hesa umvæling soleiðis, at búfólk og fólk, sum brúka veristaðið í dag fáa betri karmar at búleikast í. Tað vísir, at tit sum kommuna veruliga ynskja eina inkluderandi kommunu har fólk, sum bera brek skulu hava góðar karmar at trívast og mennast í.

Nú hava vit so fingið karmarnir – so er bara eftir at fara ígongd við at gagnnýta hesar sum best. Eg vænti, at tit starvsfólk, sum hvønn dag gera tykkara til, at búfólk og borgarar, sum nýta veristaðið fáa eina góða tænastu frá Almannaverkinum, eisini fara at gera tykkara til, at nýumvældu hølini verða gagnnýtt á besta hátt framyvir og virksemið verður skapað saman við teimum, sum búgva her og teimum, sum brúka veristaðið.