24.04.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða tá nýtt dag- og umlættingartilboð lat upp á Eiðisgarði í Vági

Røða tá nýtt dag- og umlættingartilboð lat upp á Eiðisgarði í Vági

Hósdagin var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, á vitjan í Suðuroynni í sambandi við at nýtt dag- og umlættingartilboð lat upp á Eiðisgarði í Vági.

Landsstýriskvinnan nýtti samstundis høvi, at vitja stovnarnar hjá Almannaverkinum í Suðuroynni, m.a. avgreiðsluna á Tvøroyri, verkstaðin á Bakka og frítíðartilboðið í Bøgøtu. Og allastaðir varð hon væl móttikin, og frøddist landsstýriskvinnan um, at ein góð og innihaldsrík tænasta verður veitt á øllum støðum:

Eg havi verið runt á hesum støðum í dag, og lat meg siga beinanvegin – eg fari norður um Suðuroyarfjørð við einari góðari kenslu, tí eg havi sæð og upplivað, at hava tit, sum fáa tænastu frá Almannaverkinum í Suðuroynni, hava ein góðan, innihaldsríkan og virknan gerandisdag – ikki minst takka verið tykkum starvsfólkum, sum geva dygdargóða fakliga tænastu, umsorgan og ein part av tykkum sjálvum.

Les alla røðuna niðanfyri:

"Góðu tit øll.

Fyrst fari eg takka tykkum her suðuri fyri, at eg enn einaferð fekk møguleikan fyri at koma at vitja tykkum øll. Tíbetur er veðrið betri hesaferð.

Hetta er ein stórur dagur fyri nógv, og eg fari at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við hesum nýggju snotiligu hølunum, sum eg veit, at nógv her suðuri, veruliga hava brúk fyri, og hava bíðað við spenningi eftir.

Tað er týdningarmikið, at fólk, sum hava tørv á hjálp, fáa hjálpina.

Og eg eri eisini sannførd um, at tann besta hjálpin fyri tykkum, sum eru fødd og uppvaksin her suðuri, og sum av ymiskum orsøkum hava brúk fyri hjálp frá Almannaverkinum, er, at tit fáa møguleikan at velja at verða búgvandi her, saman við tykkara avvarðandi, og at tit fáa hjálpina frá starvsfólkum, sum kenna tykkum, tykkara tørv og lyndi.

Tað eru ikki nógv ár síðani, at fólk, sum bera brek, máttu av oynni – og í ringasta fall eisini av landinum – skuldu tey fáa ta professionellu hjálpina, sum tey høvdu tørv á.

Hetta er tíbetur broytt fyri tey flestu.

Í dag eru nógv og fjøltáttaði tilboð og tænastur til fólk, sum bera brek í Suðuroynni.

Á Tvøroyri húsast Viðskiftadepilin, sum veitir ráðgeving og leiðir tey, sum hava tørv á hjálp, á rætta stað.

Her í Vági eru sambýli á Bárðarfløtti, sambýli Eiðisgarður, Verkstaðið á Bakka, frítíðartilboðið í Bøgøtu og fólk, sum búgva í egnum heimi kring oynna, hava harafturat eisini møguleika at koma til dagtilboð, her í kjallaranum á Hamragarði.

Eg havi verið runt á hesum støðum í dag, og lat meg siga beinanvegin – eg fari norður um Suðuroyarfjørð við einari góðari kenslu, tí eg havi sæð og upplivað, at hava tit, sum fáa tænastu frá Almannaverkinum í Suðuroynni, hava ein góðan, innihaldsríkan og virknan gerandisdag – ikki minst takka verið tykkum starvsfólkum, sum geva dygdargóða fakliga tænastu, umsorgan og ein part av tykkum sjálvum.

Tað er helst ein sannroynd, at tit her suðuri kanska í størri mun enn á meginøkinum, verða noydd at finna aðrar mátar at skipa tilboðini soleiðis, at fleiri fólk við ymiskum avbjóðingum kunnu húsast og búleikast undir sama taki. Harvið er ikki sagt, at tilboðini her suðuri ikki eru eins góð, men øðrvísi, og tað er ofta tá vit mugu hugsað øðrvísi, at vit finna tær bestu loysnirnar.

Nú hava vit fingið fysiskar karmar, sum liva upp til tey krøv, sum í dag verða sett bæði av myndugleikum og teimum, sum brúka hølini.

Eg vænti, at tit starvsfólk, sum hvønn dag gera tykkara til, at borgarar í Suðuroynni fáa eina góða tænastu frá Almannaverkinum, eisini fara at gera tykkara til, at nýggju hølini verða gagnnýtt á besta hátt framyvir og virksemið í stóran mun sum til ber verður skapt saman við teimum, sum hava tørv á tilboðnum.

Eg vænti eisini, at tit øll fara at fáa ágóðan av ríka felags- og mentunarlívinum, sum er her í Vági.

Um vit hyggja útum, síggja vit stórbæru náttúruna her á Eiðinum og runt vatni, sum bjóða øllum út at røra seg. Øll hava vit jú brúk fyri at røra okkum og vit hava eisini øll brúk fyri at verða partur av einum felagsskapi.

Tí er tað er sera fløvandi at síggja, at lokalar eldsálir hava tikið stig til at stovna eina “Eydnudeild” soleiðis, at børn í Suðuroynni, sum bera brek, eisini fáa møguleika at luttaka í frítíðarvirksemi á jøvnum føti við sínar javnaldrar. Hetta vísir, at eisini fólki, sum her býr, ynskir, at pláss skal vera fyri øllum í ríka felagslívinum í Vági.

Tað er ikki ein sjálvfylgja, og er nakað, vit øll eiga at seta prís uppá.

Umframt at vera karmur um tænasturnar, so eru tilboðini hjá Almannaverkinum eisini arbeiðspláss hjá nógvum góðum starvsfólkum.

Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit skapa karmar fyri, at fólk í Suðuroynni, sum ynskja og hava fakligar førleikar og menniskjansligar eginleikar til at arbeiða við fólki, sum hava avbjóðingar, kunnu velja at búseta seg í Suðuroynni, og hava eitt starv, sum gevur meining.

Eg skal enda við at ynskja øllum góða eydnu við nýggju hølunum, og biðja Elken , sum er eindaleiðari, um at koma fram her og taka ímóti einari gávu, sum tit øll vónandi fáa gleði av."

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.