18.06.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða til prógvhandanina hjá Dugna

Røða til prógvhandanina hjá Dugna

Í gjár, 17. juni, var prógvhandan á Dugna skúlanum við Áir. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, var boðin at halda røðu til hátíðarhaldið, har 15 næmingar fingu 9. floks prógv.

Í røðuni segði hon m.a. annað:

At stuðla og eggja fólki til at nema sær útbúgving er eitt tað týdningarmesta, vit sum samfelag kunnu gera. Tí vit vita, at útbúgving er vegurin fram. Útbúgving er leiðin at fara, vilt tú røkka tínum dreymum. Tá lívið stundum gerst tungt, snávingarsteinar eru á vegnum, og tá lívsleiðin ikki er so snórabein, sum vit kundu hugsað okkum, kunnu skúli og siðbundin undirvísing tó illa standa einsamøll."

Tað var ein sera væleydnað próghandan, har m.a. Lena og Niclas eisini sungu nakrar sangir. Stig Eltør, skúlaleiðari, eigur myndirnar. Les alla røðuna niðanfyri.

"Góðu tit øll.

Fyrst fari eg takka tykkum á Dugna fyri, at eg varð boðin við her í dag og fekk møguleikan at halda hesa røðu til próvhandan tykkara. Eitt týdningarmikið tíðarskeið í lívinum hjá tykkum 15 næmingum er nú rokkið, og tit kunnu hyggja frameftir eftir øðrum og nýggjum avbjóðingum.

Endamálið við skúlanum við Áir er at menna tykkum næmingar soleiðis, at tit gerast betur førir fyri at møta teimum avbjóðingum, sum samfelagið býður – tað kunnu vera avbjóðingar í skúlanum, á arbeiðsplássi ella bara í tilveruni sum heild.

Eftir at umvælingin av skúlanum á vári í 2019 varð fullførd, eru karmarnir fyri at húsa útbúgvingartilboðnum rættuliga nógv betur. Hetta er hugaligt fyri tykkum næmingar, og ikki minni lærarar og starvsfólk, ið allatíðina leggja seg eftir at menna og eggja tykkum næmingum til í hesum dygdargóða undirvísingartilboði.

Skúlin hevur átta kømur, har næmingar hava møguleika fyri at búgva undir útbúgvingini. Tey úr Suðuroy og aðrastaðni, har fast samband ikki er, hava fyrsta rætt til at búgva her. Tilboðið er væl umtókt, og fullsett er. Talan er um næmingar úr øllum landinum: av Tvøroyri, úr Hvalba, Tórshavn, Leynum, Hósvík, Haldórsvík, Skálafirði og Leirvík. So sigast má, at tit næmingar koma ymsa staðni frá í landinum.

At stuðla og eggja fólki til at nema sær útbúgving er eitt tað týdningarmesta, vit sum samfelag kunnu gera. Tí vit vita, at útbúgving er vegurin fram. Útbúgving er leiðin at fara, vilt tú røkka tínum dreymum. Tá lívið stundum gerst tungt, snávingarsteinar eru á vegnum, og tá lívsleiðin ikki er so snórabein, sum vit kundu hugsað okkum, kunnu skúli og siðbundin undirvísing tó illa standa einsamøll.

Tá verður tann stóri týdningurin av Dugna so sólarklárur. Tí her fáa øll sín møguleika í lívinum. Í staðin fyri at seta sjóneykuna á tað, sum næmingurin kanska ikki megnar og dugir, so verður tað her heldur hugt at tí, sum hvør einstakur næmingur dugir og er bestur til. Júst hetta kunnu vit øll serliga fegnast um, tí tað hevur so stóran týdning at vita, at øll eiga hendan møguleika. Trygdin fyri eini grundleggjandi útbúgving styrkir einstaklingin og so sanniliga eisini samfelagið. Við hesi útbúgving verða snávingarsteinar ruddaðir av vegnum hjá hvørjum tykkara.

Við at hyggja eftir hesum vakra flokki verða vit samstundis mint á, at málsligar avbjóðingar so sanniliga eisini finnast og verða tiknar í álvara her á staðnum. Seks av tykkum hava ikki føroyskt sum tykkara móðurmál. Feng, Whitney, Samuel, Ijoma, Patricia og Elena. Tað er tí av týdningi, at tit við skúlatilboðnum hiðani á Skúlanum við Áir, hava fingið møguleikan fyri at ogna tykkum bæði føroyska og danska málið. Uttan málsligan førleika er tað sera torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at luttaka í samfelagnum, tað veri seg innan útbúgving ella á arbeiðsmarknaðinum.

Tit, sum nú fáa 9. floks prógv, eru ymisk á aldri, yngst Jónvør, fødd í 2002, og elsta, Harriet, fødd í 1961. Men allur flokkurin, har eisini Hallur Suni, Djóni, Erla, Haraldur Elmar, Linda, Ragnar og Rikard teljast, hevur allíkavæl megnað at mennast sum ein eind, har tit hava notið gott av styrkini hjá hvørjum einstøkum tykkara.

Tit á Dugna hava slóðað fyri hjá mongum føroyingum, sum hava havt tykkara hjálp og stuðul fyri neyðini. Og beint eftir summarsteðgin taka tit aftur næmingar inn á skúlan. MEN Í DAG fegnist eg saman við tykkum 15, nú tit við stoltleika taka ímóti 9. floks prógvnum, sum gevur tykkum víðari møguleika. Onkur tykkara ætla at taka eina miðnámskúlaútbúgving á Glasi ella á miðnámi í Klaksvík, meðan onnur velja eina yrkisútbúgving - eitt nú á Heilsuskúlanum ella sum frisør. Og so eru tað tit, ið fara beinleiðis á arbeiðsmarknaðin. Tykkum øllum ynski eg hjartaliga til lukku, blíðan byr og Guds ríku signing.

Og enn einaferð takk fyri at eg varð boðin við her í dag."

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum