15.12.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Røðan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Matildu Jacobsen

Røðan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Matildu Jacobsen

Í gjár, 14. desember 2020, fylti Matilda Jacobsen av Eiði, 100 ár og í hesum sambandi bar landsstýriskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fram kvøðu á degnum, sum var hildiná Tjarnagarði í Havn:

Góða Mathilda

Nú stundar til jóla, og alt er pyntað við alskyns jólaskreyti og glitrandi perum og ljósum. Hóast jólapyntið hevur verið eitt annað og meira beskeðið fyri hundrað árum síðani og ikki heilt so glitrandi, sum nú á døgum, hugsi eg, at tað hevur verið hugnaligt á Eiði henda dagin stutt undan jólum, tá tygum vórðu fødd.

Tað er ringt at ímynda sær, hvussu bygdin og gerandisdagurin sóu út, tá tygum slitu barnaskógvarnar á Eiði. At hava livað eina heila øld, ja tá hevur man upplivað mangt og hvat.

Mathilda - eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí strevi og teimum tøkum, tygara ættarlið hevur tikið til at leggja lunnar undir tað samfelagið, vit kenna í dag.

Fimm børn vóru longu í húsinum, og lata vit tankarnar ferðast hundrað ár aftur í tíðina, kunnu vit hugsa okkum, at systkin og foreldur hava verið fegin og forlipt, tá lítla gentubarnið kom. Tygum eru yngsta barnið í systkinaflokkinum, sum taldi seks.

Mathilda, tygum hava verið sera virkin, bæði í fimleiki og hondbólti. Spældu nógv hondbólt á Mølini. Heldur ikki til slíkt spæl vóru umstøðurnar líka góðar, sum nú. Tá spældu tit hondbólt uttandura, og tit spældu móti bæði Fuglfjarðargentum og Klaksvíksgentum. Eg vænti, at vóru tygum barn ella ung á Eiði í dag, høvdu tygum ivaleyst verið mitt í rokanum í flottu ítróttarhøllini, sum har er bygd.

Tíðirnar og treytirnar vóru sanniliga aðrar fyri hundrað árum síðani, og á mangan hátt náðileysar. Í bókini hjá Óla Jacobsen, TÆR BYGDU LAND, siga tygum eisini frá, at tað, sum í stóran mun merkti barndóm og ungdóm tygara, vóru tey mongu, sum doyðu í bestu árum. Hetta hevur eyðvitað gjørt tilveruna tunga.

Mathilda, hóast hesar tungu løtur, tá tygum vóru barn og ung,  verður sagt um tygum, at tygum eru løtt av lyndi, stuttlig og blíð. Hetta eru helst eginleikar, sum lutvíst eru viðføddir, men sum kanska eisini ber til at VELJA at liva eftir. Áðrenn skýggini róku á lívsins sólríka himmal,  var gleði í húsinum hjá tykkum og nógvur sangur og tónleikur. So helst hevur hetta verið íborið og tí eisini møguligt at finna fram aftur, tá sorgin so við og við kámaðist. Hetta tunga hevur í øllum førum ikki vunnið á tygum.

Tygum fluttu ung, beint eftir krígslok, til Havnar. Tá høvdu tygum longu verið og tænt fleiri staðni: Hjá Buhl  presti á Nesi. Í Søldarfirði. Og í Vestmanna. Í Havn arbeiddu tygum fyrst í kjøtforrætning, og síðani fóru tygum í læru at seyma hjá Sigurskjold, skræddara. At seyma lá væl fyri. Tá tað ikki var til arbeiðis, seymaðu tygum uppá børn og ommubørn, sum øll hava notið gott av serligu gávunum.

Eisini tá tað er at baka, eru tygum sum tikin úr leikum. Og mær er sagt, at vaniljukransarnar, vit fáa í dag, hava tygum sjálv bakað saman við einari ommudóttur! Teir skulu vera so heilt framúr góðir – teir bestu í verðini, siga tey, sum hava roynt teir -  so eg gleði meg at smakka!

Í Havn møttu tygum havnarmanninum Peter Jacobsen av Dalavegnum, og tit gjørdust góð. Í 1950 – fyri 70 árum síðani – giftust tit og hildu stórt brúðleyp í Klubbanum. Húsini bygdu tit á trøðni hjá verfaðir uppi á Dalavegnum – nú eitur tað Peturstrøð. Tvey børn fingu tit og síðani 5 ommubørn. Nú eru eisini 7 langommubørn komin, so væl kom burturúr hjá tykkum báðum.

Nú eru nøkur ár síðani Petur fór. Og øll hesi árini, til tygum í fjør fluttu inn her á Tjarnargarð, búðu tygum heima uppi á Peturstrøð. Tey siga mær, at fólkið á Peturstrøð røkkur serliga høgan aldur og at fleiri teirra liggja um hundrað ár. So har á trøðni man hava verið væl sáað og velt.

Umframt at seyma og baka og alt tað fyrifallandi, hava tygum eisini havt onnur serlig størv ella uppgávur, sum til dømis roadie, brúðar-sjaffør og filmsstjørna: Hermund, sonurin, spældi til dans á ungum árum. Og eftirsum hetta var áðrenn hann var átjan og fekk koyrikort, traðkaðu tygum til sum roadie. Trummusett og tónleikarar vórðu trygt koyrdir landið runt at spæla til dans.

Ein onnur stuttlig uppgáva sum sjaffør, var tá tygum í 2015 koyrdu brúðarkoyring við ommusoninum og brúður hansara. Tey vórðu eisini koyrd í kirkju og heimaftur í lítla, reyða bilinum. Eina filmsrollu bleiv tað eisini til. Hetta var, tá Heimarøktin hevði brúk fyri fólki til ein stutt-film, ja tá varð heitt á tygum um at vera við.

Vit eru fleiri, sum halda, at tað at blíva omma er nakað heilt serligt, og tygum hava havt eina heilt serliga rollu sum omma, havi eg latið mær fortalt. Og eg veit, at ommubørn við børnum eru komin langa leið at heilsa tygum á hesum runda degi.

Tygum hava eitt langt og virkið lív at minnast afturá, Mathilda, men enn er fjørðurin ikki rógvin og tygum kunnu líta aftur á alt tað, sum komið er burturúr - ríkiliga vælsignað við børnum, ommubørnum og langommubørnum. Tygum hava nógv, sum eru góð við tygum. Sum vit hava hoyrt, hevur nógvur tónleikur verið í lívi tygara, og tygum hava bæði sungið og spælt uppá ljóðføri. Tí fari eg at enda við at lesa fyrsta ørindið úr einum sálmi, sum eg veit, tygum dámar:

Vær du mig nær! Nu aften sænker sig,

Snart mørket råder, vær du nær hos mig!

Når andres hjælp og trøst er intet værd,

Du, hjælpeløses hjælp, vær du mig nær!

Í dag halda vit hundrað ára føðingardag tygara, og eg fari at ynskja tygum og avvarðandi so hjartaliga tillukku við degnum.

Takk fyri!