05.07.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við móttøkuna fyri luttakarum á Special Olympics World Games

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við móttøkuna fyri luttakarum á Special Olympics World Games

Góðu tit øll

Eg fari vegna landsstýrið, og alt Føroya fólk, at takka tykkum av fullum hjarta fyri, at tit hava umboðað okkum so væl. Tit eru av sonnum virðilig og góð umboð fyri Føroyar og føroyskan ítrótt. Tit hava undir Merkinum umboðað Føroyar til Special Olympics í Berlin, har tit hava vunnið eina rúgvu av heiðursmerkjum, og tit hava vunnið okkara hjørtu við tykkara ídni og góða hugburði. Vit eru so errin av tykkum og gleðast av sonnum saman við tykkum, tykkara nærmastu, tykkara venjarum og feløgum. Hjartaliga tillukku øll somul – og takk fyri tykkum. Tað er fyrstu ferð, eg eri í sama rúmi sum so nógvir olympiskir vinnarar.

Special Olympics er fjórða hvørt ár, og í ár var tað so í søguliga vakra býnum Berlin. Special Olympics er heimsins størsta inkluderandi ítróttatiltak.

Frá 17. – 25. juni 2023 bjóðaði Berlin 7.000 Special Olympics-íðkarum og samstarvsfelagum úr umleið 190 londum, sum kappaðust í 26 ítróttargreinum. Íðkararnir fáa stuðul frá meir enn 3000 venjarum og 20.000 sjálvbodnum. So hetta er ein ómetaliga stór stevna. Og mitt í øllum hesum vóru tit.

Parasport Føroyar ger eitt sera stórt og týdningarmikið arbeiði. Við slagorðinum ”øll kunnu íðka”, ynskja tey at vísa á møguleikar heldur enn forðingar og vilja eggja øllum til at vera kropsliga virkin. Hetta gagnar bæði til likams og sálar.

Special Olympics World Games geva møguleika fyri at sameina heimin á ein hátt, sum einki annað tiltak megnar. Og er tað nøkrum, sum heimurin hevur tørv á, so er tað sameining og at savnast um nakað positivt. Her kunnu fólk við menningartarni, fólk úr ymsum londum, við ymiskum mentanum og ymiskum politiskum og átrúnaðarligum sjónarmiðum hittast og kunnu basa fordómum við ítróttarligu megini. Tí eru tit fyrimyndir bæði í ítrótti eins og í sameining. Tit vísa í verki, at tað altíð er meira, sum savnar okkum, enn tað sum skilir, og at vit hvør sær øll hava nakað virðismikið at geva av.

Special Olympics er sett á stovn av Eunice Kennedy Shriver, sum var systir John F. Kennedy. Rosemary, systir teirra, hevði menningartarn, og kveikingin fyri rørslu og inklusjón sigst vera vakt av henni. Føroyar hava verið limir í Special Olympics síðan 2002 og luttikið síðan 2003, tað er í 20 ár. Enn hevur tað ikki eydnast Føroyum at fáa IOC-limaskap til olympisku leikirnar, so tit eru undangongufólk og umboða Føroyar á jøvnum føti við onnur lond, sum vit eisini ynskja í øðrum høpi. Tað er eisini gjøgnum paralympisku umboðanina, vit hava rokkið stórum úrslitum fyri Føroyar, og paraítróttin hevur gingið á odda at vinna Føroyum altjóða limaskap, virðing og luttøku.

Tað hevur verið fantastiska stuttligt at fylgt við tykkum á sosialu miðlunum. Myndir av glaðum ítróttarfólkum. Medaljurnar og smílini strálaðu um kapp. Og tykkara gleði, samanhald og ídni smittar. Tit eru av sonnum fyrimyndir.

Tit vóru 23 fólk í ferðalagnum og 12 sum luttóku í kappingini.

Tey sum luttóku vóru;

Bowling: Alexandur Mittún Darvishi (nr. 4), Durita Strøm (1 bronsu)

Rútmiskur fimleikur: Jenny Thomsen (2 gull, 1 bronsu) , Súsanna Johannesen (1 gull, 2 silvur), Eyð Paturson (1 silvur, 1 bronsu)

Bocce: Eli Olsen (single: 1 gull), Martha Hansen (single: 1 silvur)

Eli + Martha (Mix double: 1 gull)

Svimjing: Jórun Mai Smith (1 silvur), Hóri Hemmingson (1 bronsa)

Frælsur ítróttur: Meiken Olsen (nr. 4)

Borðtennis: Unn Mortensen(nr. 4), Tummas Marjunarson Wilhelm (nr. 6)

Hjartaliga tillukku tit øll. Drívið á við ítróttini. Tit geva okkum øllum stjørnuløtur. Ongin tøkk er nóg stór fyri tykkum íðkarar, venjarar, feløg og avvarðandi.

Lat okkum rópa hurrá fyri okkara hetjum.