31.08.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Sáttmálarnir at byggja Sambýlið á Mýrini undirskrivaðir

Sáttmálarnir at byggja Sambýlið á Mýrini undirskrivaðir
1 / 3

Í dag eru sáttmálarnir at byggja Sambýlið á Mýrini í Hoyvík undirskrivaðir. Sambýlið, ið er til fólk við tyngri og lættari menningartarni, hevur 18 búeindir umframt felagsøki og starvsfólkarúm. Teknistovan MAP hevur teknað sambýlið.

Arbeiðið er býtt í fýra arbeiðstøkur. Fyrsta arbeiðstøkan, jørð- og planeringsarbeiðið, er liðugt.

Sáttmálarnir fyri tær tríggjar stórarbeiðstøkurnar, sum vórðu undirskrivaðar í dag, eru við

  • Á.T.S. v/Karstin Vang, sum skal gera stórarbeiðstøku 1 (jørð, kloakk, lendi, betong, timbur, múrara-, márara- og gólvarbeiði).
  • RenoVent skal standa fyri arbeiðstøku 2 (HVS, ventilatión og CTS) og
  • Install skal standa fyri arbeiðstøku 3 (el).

Arbeiðið byrjar beinanvegin og verður eftir ætlanini liðugt síðst í 2022.

Samanlagt fer tað at kosta umleið 41,7 mió. kr. at byggja sambýlið.

Sambýlið á Mýrini:

• Sambýlið fevnir um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørji eind
• Tvær eindir, sum eru á veghædd, fevna um sjálvstøðugar íbúðir á umleið 40-50 m2. Knýtt at hvørji av hesum báðum eindunum verður køkur/stova. Í aðrari eindini er køkurin størri og kann matgera til øll búfólkini
• Triðja eindin fevnir um vanligar tvey-rúms íbúðir á umleið 55 m2 brutto við egnari inngongd, sum er í erva, har til ber at ganga beinleiðis inn í íbúðina, uttan at fara inn í sambýlið í neðra
• Umframt búeindirnar hevur sambýlið felags hentleikar, so sum durur, gongd, sansarúm og hvílirúm til búfólkini, vaskirúm og goymslu
• Eisini hevur sambýlið starvsfólkarúm, starvsfólkaumklæðing, vesi, baðirúm og leiðaraskrivstovu
• Bygningurin er tilsamans 1.222 fermetrar til støddar (1. hædd er 865 fermetrar, 2. hædd er 357 fermetrar)