02.09.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Seks ár við ”Sex krevur Samtykki”

Seks ár við ”Sex krevur Samtykki”

Sex krevur samtykki fer nú, sætta árið á rað, at kunngera eitt nýtt átak.

Átakið snýr seg um, at FØROYAR ERU EINKI UNDANTAK, tá tað snýr seg um kynsligan harðskap. Støðan er líka ring her heima sum úti í heimi. Hetta skal fram í ljósmála.

Átakið fer í ár serliga at koyra á sosialu miðlunum Facebook og Instagram. Boðskapurin verður settur upp við myndum og “memes”, har myta verður sett upp ímóti fakta. Við harðskapskanningini, sum fyrr í ár varð gjørd, eru tøl nú tøk. Hesi svara fyri, hvussu støðan er í sambandi við harðskap og seksuellan ágang í Føroyum, eisini samanborið við útlond.

Endamálið við átøkunum er at varpa ljós á veruleikan, og at minna á, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Vit heita á fólk um at deila uppsløgini, og ikki minni at tora at taka prátið bæði foreldur, børn og ung sínámillum. Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.

Í ár hevur Samtykki eisini fingið sína egnu heimasíðu www.samtykki.fo. Á síðuni er kunning um samtykkið og tilfarið frá undanfarnu árum er tøkt.

Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty Føroyar og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.