28.06.2019 · Almanna- og mentamálaráðið

Sex krevur samtykki!

Sex krevur samtykki!

Undir heitinum “Sex krevur samtykki” fer eitt nýtt upplýsingarátak í gongd hesa vikuna.

Endamálið við átakinum er at varpa ljós á, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Les meira um átakið her.

Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.

Samtykki samstarvið er komið fyri at vera. Fyrsta átakið var “Sex krevur samtykki”, næsta átakið “Mynd krevur samtykki”, triðja átakið “Steðga haturstalu” og nú kemur átakið “Sex krevur samtykki” aftur, nú við dømum um, hvussu vit kunnu eggja hvørjum øðrum at tosa um, hvat vit hava hug til og hvat vit ikki hava hug til.

Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið