27.07.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Sirið fund við íslendska starvsbróður sín

Sirið fund við íslendska starvsbróður sín

Í dag hittust tey bæði, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, og Guðmundur Ingi Guðbrandsson, íslendskur ráðharri í almanna- og arbeiðsmarknaðarmálum í Almanna- og mentamálaráðnum.

Á fundinum umrøddu Sirið og Guðmundur Ingi felags mál og avbjóðingar millum annað á almannaøkinum og viðvíkjandi LGBT+ rættindum.

Guðmundur Ingi Guðbrandsson er floksfelagi hjá íslendsku forsætisráðfrúnni, Katrini Jakobsdóttur, ið m.a. umsitur javnstøðu- og LGBT+ mál í íslendsku stjórnini. Katrin Jakobsdóttir og Guðmundur Ingi Guðbrandsson eru bæði íðin talsfólk fyri javnstøðu og LGBT+ rættindum.

Seinni í dag fara tey bæði, Sirið og Guðmundur Ingi, á Faroe Pride 2023 saman við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, ið eins og Guðmundur Ingi eisini er norðurlenskur samstarvsmálaráðharri.

Vitjanin hjá Guðmundi Inga Guðbrandssyni, og luttøkan í Faroe Pride 2023 hjá Sirið Stenberg og Bjarna Kárasyni Petersen er tekin um, at javnstøða og LGBT+ mál hava týdning og verða raðfest hjá sitandi samgongu.

Í hesum málum er Ísland eitt undangonguland.

Tí er avgjørt gagnligt fyri okkum við góðum samstarvi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Íslendski ráðharrin var eisini áhugaður í at hoyra, hvussu vit arbeiða við brekpolitikki, arbeiðsfremjandi tiltøkum og eldrapolitikki.

Landsstýriskvinnan hevði millum annað høvi til at greiða frá nógvum virkandi almennu skipanunum, sum vit hava í Føroyum.

Við á fundinum í dag var, umframt embætisfólk og landsstýrisfólk, íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Ágústa Gísladóttir.