01.09.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Sirið Stenberg vitjað Fountainhúsið

Sirið Stenberg vitjað Fountainhúsið

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur verið á gátt hjá Fountainhúsinum í vikuni.

Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð.

Undir vitjanini fekk landsstýriskvinnan kunning um virksemið hjá Fountainhúsinum.

Endamálið hjá Fountainhúsinum er at skapa eina meiningsfulla tilveru og innihald í gerandisdagin.  Tað er umráðandi, at øll hava nakað at koma upp til, og fáa møguleikan til at skapa positivar og varandi broytingar í teirra lívi. Fountainhúsið hevur sum aðalmál at stuðla teirra limum í at brúka sínar styrkir og menna teirra førleikar.

Tað koma millum 30-40 limir til arbeiðis í Fountainhúsinum um vikuna, tað veri seg í køkseindini, skrivistovueindini, húsinum, urtagarðinum, til handaligt arbeiði ella annað virksemi. Tá ið limirnir hava verið eina tíð, og megna at koma víðari, hjálpa starvsfólkini í Fountainhúsinum teimum í aðra fyriskipan. Øll kunnu seta seg í samband við Fountainhúsið. Tað er eingin bíðilisti, og eingin tørvur er á ávísing.

Tað hevur verið sera áhugavert at hoyra um nógva og fjølbroytta virksemi hjá Fountainhúsinum”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Fountainhúsið hevur sum mál, at allir limir kenna at tey megna nakað, at tey eru nakað, at tað er tørvur á teimum og at tey gera mun. Hetta  er ein sera týdningarmikil boðskapur, og ger Fountainhúsið eitt stórt og umráðandi arbeiði fyri sínar limir.

Á myndini: Súna Mørk, Birita Petersen, Súsanna Winther Poulsen, Sirið Stenberg og Andrias Hansen.