19.03.2020 · Almannamálaráðið

Sjúkradagpeningur til teirra, sum eru í sóttarhaldi

Sjúkradagpeningur til teirra, sum eru í sóttarhaldi

Nú COVID-19 hevur við sær, at nógv fólk gerast sjúk og enn fleiri noyðast í sóttarhald, eru broytingar gjørdar í dagpeningalógini, sum skulu hjálpa løntakarum eins og teimum fyritøkum, sum skulu gjalda løn undir sjúku.

Vit er øll í einari serstøðu. Farsóttin hevur við sær, at nógv fólk eru, sum ikki sleppa til arbeiðis. Hetta kann ganga serliga hart út yvir tær fyritøkurnar, sum skulu rinda løn undir sjúku, og tí eru hesar broytingar gjørdar í dagpeningalógini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Sambært broyttu lógini fáa løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, sum eru sett í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, ella sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald, nú eisini dagpening.

Ein afturrindanarskipan verður gjørd fyri privatar arbeiðsgevarar, sum gjalda løn undir sjúku. Hesir arbeiðsgevarar fáa afturgoldið lønarútreiðsluna, tó í mesta lagi við eini upphædd, sum svarar til sjúkradagpening.

Harafturat kunnu sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í egnum feløgum, sum ikki hava teknað trygging sambært dagpengalógini, nú fáa dagpening frá fyrsta degi, tey tekna trygging sambært dagpengalógini.

Áður skuldu arbeiðsgevarar altíð rinda fyri 1. og 2. fráverudag í sambandi við sjúku. Nú er hetta broytt, soleiðis at tá talan er um COVID-19, rindar landskassin frá fyrsta fráverudegi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ásannar, at rúm tíð kann ganga, áðrenn smittan er bast í Føroyum:

Vit hoyrdu á tíðindafundi í dag landslæknan greiða frá, at mánaðir kunnu ganga, áðrenn kreppan er av, og samfelagshjólini eru komin í fulla ferð aftur. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit hjálpa løntakarum og vinnufyritøkum, so vit øll koma ígjøgnum hesa kreppu í øllum góðum, sigur landsstýriskvinnan.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at hjálparpakkin fekk fulla undirtøku, eisini í andstøðuni.

Tá á stendur, standa vit saman, og tað fegnist eg um, sigur hon.

Broytingin í sjúkradagpeningalógini er partur av sokallaða Hjálparpakkanum hjá landsstýrinum, sum tingið einmælt samtykti í gjár, 18. mars.

Hjálparpakkin fær afturvirkandi kraft, og kemur í gildi hósdagin 12. mars. Tá boðaði løgmaður frá herdum tiltøkum fyri at basa nýggju coronasmittuni.

Les meira um broytingarnar í dagpeningalógini her.