25.02.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Skipan við dagpengum vegna sjúku orsakað av COVID-19 heldur fram

Skipan við dagpengum vegna sjúku orsakað av COVID-19 heldur fram

Løgtingið hevur einmælt samtykt, at løgtingslógin um dagpening vegna sjúku í sambandi við COVID-19 skal halda fram í eitt ár aftrat.

Lógin, sum hevur virkað í nærum eitt ár, varð annars sett at fara úr gildi 1. mars 2021, men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, legði fyrr í vikuni uppskot fyri Løgtingið um at leingja gildistíðina til 1. februar 2022.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at tað hevur eydnast at bera so skjótt at, og at Løgtingið á ein smidligan hátt hevur avgreitt málið.

Við samtyktu lógini fara fólk á arbeiðsmarknaðinum, sum eru smittað við COVID-19, ella sett í sóttarhald vegna COVID-19, eisini frameftir at verða fevnd av dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum.