28.08.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Skipan við dagpengum vegna sjúku orsakað av COVID-19 heldur fram

Skipan við dagpengum vegna sjúku orsakað av COVID-19 heldur fram

Tá málið um dagpening vegna sjúku í sambandi við COVID-19 fyrr í august var til viðgerðar í Løgtinginum, gjørdi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, Løgtinginum greitt, at hon ynskti, at skipanin skuldi halda fram í heyst og vetur, um tørvur var á tí.

Lógin, sum heimilar at veita dagpening í sambandi við COVID-19, er annars sett at fara úr gildi tann 31. august 2020. Tí hevur landsstýriskvinnan nú lagt uppskot fyri Løgtingið, sum fer at hava við sær, at skipanin verður longd. Hesaferð er ásett, at lógin verður sett úr gildi við kunngerð. Sostatt slepst undan, at Løgtingið umaftur og umaftur skal koma saman at samtykkja eina lóg, sum øll eru samd um, skal vera í gildi, inn til COVID-19 er hasað av.

Er tú smittaður við COVID-19 ella er tú settur í sóttarhald og harvið missir arbeiðsinntøku, fært tú sostatt eisini frameftir rætt til dagpening vegna sjúku.