25.05.2022 · Almannamálaráðið

Sólvit E. Nolsø helt røðu á 40 ára degnum hjá Sinnisbata

Sólvit E. Nolsø helt røðu á 40 ára degnum hjá Sinnisbata

Týsdagin tann 24. mai fylti Sinnisbati 40 ár, og í hesum sambandi varð skipað fyri almennum føðingardegi og bókaútgávu í Reinsarínum. Í hesum sambandi helt Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum røðu.

Sum heild eru vit á rættari leið til eitt meira javnbjóðis samfelag, eisini hjá fólki, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Tó mugu vit ásanna, at enn eru batar at fremja. Vit eiga øll hesa avbjóðing, og tí er neyðugt, at vit sum samfelag, lyfta í felag og standa saman fyri at røkka málinum.

Sinnisbati er ein sjálvboðin áhugafelagsskapur hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Endamálið hjá felagnum er at at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku - at virka fyri javnbjóðis møguleikum og rættindum hjá menniskjum við sálarsjúku, og teirra avvarðandi.

Í sambandi við føðingardagin gav Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bókina “Sálareygað” út, ið snýr seg um 40 ára søguna hjá Sinnisbata.

Røðan hjá Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum kann lesast niðanfyri:

“At virka í einum áhugafelag krevur, at tú brennir fyri økinum og fyri at broyta samfelagið til tað betra. Tað krevur, at tú áhaldandi trýrt uppá, at broytingarnar kunnu henda, og at tú gleðist um tær smáu sigrarnar.

At virka í einum áhugafelag er ein lívsstílur.

Í dag heiðra vit tykkum, sum nú virka, og øll tey, sum hesi mongu árini hava virkað, fyri at betra um korini hjá menniskjum við sálarligum avbjóðingum.

Takk fyri at eg eri boðin við her í kvøld at hátíðarhalda 40 ára dagin saman við tykkum.

Øll árini hevur endamálið hjá Sinnisbata verið at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku - at virka fyri javnbjóðis møguleikum og rættindum hjá menniskjum við sálarsjúku, og teirra avvarðandi.

Nógv er hent hesi árini, og hevur felagið verið sera virkið og sjónligt í almenna rúminum.

Úr rúgvuni kann eg nevna:

  • Landsinnsavningin í fjør
  • Avvarðandi bólkar, bæði fyri vaksin avvarðandi og fyri ung, ið hava foreldur ella systkin við sálarsjúku
  • Stuðulsbólkar til ung við angist
  • Og væl vitjaðu kjatt-ráðgevingina, sum er opin hvørt kvøld allar 365 dagar í árinum.

Sinnisbati er ein felagsskapur, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan. Tí hóast nógvir batar eru framdir, er tørvurin á tykkum eins stórur í dag.

Kanning eftir kanning hevur víst at sálarheilsan versnar í vesturheiminum. Hetta er tíverri eisini galdandi í Føroyum.

Tí er alneyðugt at varpa ljós á sálarheilsu, og gera tit eitt megnararbeiði á hesum økinum.

Hetta gera tit millum annað við at markera Altjóða Sálarheilsudagin, og sum samstarvsfelagið hjá Fólkaheilsuráðnum, har tit eru við til at mynda ABC fyri sálarheilsu.

Kanningar vísa, at tað serliga er millum tey ungu, at sálarheilsan versnar.

Eisini her ganga tit í Sinnisbata á odda við at seta sálarheilsu millum ung á breddan. Hetta kemur til sjóndar við stovnsetanini av ungdómsbólkinum Sinnibati Ung, sum í ár er stovnað sum felag.

Sinnisbati Ung varpar ljós á sálarheilsu og vil bøta um sálarheilsustøðuna millum tey ungu. Felagið er sera virkið, og sæst hetta aftur við átøkum sum Sárbærur sunnudagur og poddvarpinum TØGN, har tøgnin verður brotin, og prát um kenslur verður normalisera.

Hetta arbeiði er sera umráðandi, og skulu tit hava stóra tøkk fyri tað.

Eg gleði meg eisini at síggja nýggja stuttfilmin, sum Sinnisbati Ung fara at vísa okkum í kvøld.

40 ár er ikki 40 dagar, og nógv er broytt í samfelagnum hesi árini – til tað betra.

Men søgan skal tó ikki tigast burtur – hon er við til at slóða fyri meira opinleika. Og við at líta aftur á søguna, kunnu vit læra av henni.

Í skránni fyri dagin sæst, at tað júst er søgan hjá Sinnisbata, ið tit hava valt at varpa ljós á í dag. Hetta við bókaútgávuni um søgu felagsins, sum tit geva út, saman við Grækaris Djurhuus Magnussen og Sprotanum.

Spennandi verður at hoyra Grækaris greiða frá um bókina, og at hoyra tvey av fólkunum í nýggju bókini, ið hava myndað felagið og føroysku sálarsjúkusøguna, greiða frá.

Eg gleði meg til at lesa bókina.

Samfelagið er broytt munandi hesi árini.

Nógv er hent í mun til hugburð í samfelagnum. Sum heild eru vit á rættari leið til eitt meira javnbjóðis samfelag, eisini hjá fólki, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Tó mugu vit ásanna, at enn eru batar at fremja. Sum samfelag standa vit frammanfyri einari avbjóðing: at bøta um sálarheilsuna.

Vit eiga øll hesa avbjóðing, og tí er neyðugt, at vit sum samfelag, lyfta í felag og standa saman fyri at røkka málinum.

Gávan, ið eg havi valt at geva tykkum í kvøld, skal ímynda júst hetta:
at vit sum tjóð mugu lyfta í felag!

Hjartaliga til lukku við 40 ára degnum!

Takk fyri at tit eru ein virkin og konstruktivur viðspælari, og fyri, at tit áhaldandi samskifta við og ávirka okkum politikarar og myndugleikar.

Tykkara upplýsandi arbeiði er virðismikið. Og uttan tykkara íkast, høvdu vit ikki verið komin hartil, sum vit eru í dag.

Serliga vil eg takka tykkum fyri, at tit áhaldandi gera eitt megnar arbeiði, og gera øllum føroyingum greitt at ‘Tað er okay ikki at vera okay’.

Takk fyri!”