04.03.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Sólvit havt vitjan av danska bústaðamálaráðharranum

Sólvit havt vitjan av danska bústaðamálaráðharranum
1 / 4

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur í dag havt vitjan av danska bústaðamálaráðharranum, Kaare Dybvad Bek.

Í hesum sambandi varð farið út at hyggja eftir nøkrum av leigubústøðunum, ið Bústaðir hevur bygt.

Fyrst varð vitjað oman Mattalág, har Allan T. Skaalum, virkandi stjóri í Bústøðum, tók  móti og vísti runt. Oman Mattalág eru 38 leigubústaðir á 50-100 fermetrar.

Síðani varð vitjað á íbúðarbyggingini á Óðinshædd. Fyrsta byggistig varð liðugt í 2016, við 22 leiguíbúðum. Í øðrum byggistigi eru 69 íbúðir á 40-80 fermetrar. Fyrstu 10 íbúðirnar eru útleigaðar, meðan næstu 20 íbúðirnar verða klárar at flyta inn í fyri summarfrítíðina. Tá alt er liðugt bygt, verða til samans 90 leigubústaðir við Óðinshædd.