14.01.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Sólvit vitjar Bústaðir

Sólvit vitjar Bústaðir

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur í dag verið á vitjan hjá Bústøðum. Anna Maria Joensen, forkvinna í stýrinum og Andras Róin, stjóri, tóku í móti og vístu landsstýrismanninum runt, og greiddu frá virkseminum hjá Bústøðum.

Bústaðir hevur seinastu árini bygt út ímóti 400 búeindir, nakrar verkætlanir eru í gerð, og aðrar eru ávegis.

Tað er spennandi at hoyra um alt virksemið og ætlanirnar hjá Bústøðum. 2021 lagaði soleiðis, at tað kann tykjast sum, at tað ikki hendi eins nógv og ætlað. Nú síggi eg fram til, saman við pørtunum, at rættilig ferð kemur aftur á byggingina,” sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður.