13.06.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Sosialráðgevarafelagið 40 ár

Sosialráðgevarafelagið 40 ár

Fríggjadagin, 10. juni, helt Sosialráðgevarafelagið sín 40 ára føðingardag.

Lene Rauff Nielsen segði nøkur orð um søguna hjá felagnum og eitt sindur um, hvussu hon hevur upplivað broytingarnar í sosialráðgevarastarvinum í tíðini, hon hevur arbeitt sum sosialráðgevi.

Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og master í løgfrøði, helt ein fyrilestur um 'New Public Management'. New Public Management er ein stýringsskipan frá 1980'unum, og hevur til endamáls at nýtímansgera almennu fyrisitingina. Regin Berg greiddi frá, at skipanin í stóran mun hevur havt neiliga ávirkan á almennu fyrisitingina í m.a. Onglandi og Ný Sælandi.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, bar fram hesa røðu:

                                                                                      

Í fjør hildu vit ein annan rundan føðingardag. Tá var tað Almannaverkið, sum bleiv 40 ár. Tá Almannamál vóru yvirtikin mitt í 1970’unum, varð Almannastovan stovnað. Turið Dahl var einasti sosialráðgevi inntil deildin í Suðuroy læt upp, og Solveig Bærendsen var sett í starv sum sosialráðgevi har. Síðani er talið av sosialráðgevum í Almannaverkinum vaksi so spakuliga. Og tá eg, í dag, leysliga hugdi eftir starvsfólkalistanum á heimasíðuni hjá Almannaverkinum, taldi eg yvir tredivu sosialráðgevarar. So eingin ivi er um, at tit eiga ein stóran lut í okkara vælferðarskipan.

Í dag eri eg biðin um at tosa um tankar og visiónir á almannaøkinum. Tað eru fleiri áhugaverd ting at taka fram, men eg havi valt at tosa um tey meiri yvirskipaðu viðurskiftini, sum fylla nógv, og sum eg raðfesti høgt.

Almannaverkið er ein stórur og sera týdningarmikil partur av okkara vælferðarskipan, og eigur ein avgerandi leiklut, tá tað ræður um at skipa og bjóða vælferðartænastur til okkara borgarar. Okkara tænastur eru eitt trygdarnet fyri okkara borgarar. Og her kunnu vit ikki verða tykkum, sosialráðgevarum, fyri uttan.

Tit ganga á odda við tað at tit halda trygdarnetinum uppi, ið vit sum samfelag hava spent undir okkum øll, tí vit kunnu jú øll koma út fyri einari hending, har trygdarnetið er altavgerandi. Uttan tykkum - onki trygdarnet. At tað eru tit, sum í veruleikanum halda trygdarnetinum uppi, eiga tit, sum fakbólkur, at vera errin av. Hetta skulu tit hava stóra tøkk fyri.

Arbeiðsuppgávur tykkara fevna víða. Tit veita ráðgeving og vegleiðing í breiðum týdningi, tit avgreiða umsóknir innan føroyska sosiallógávu, serliga innan forsorgarlógina, pensjónslógina, dagpeningalógina, lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, lóg um barnavernd og lóg um barnagjald og barnaískoyti.

Ein sosialráðgevi hevur greitt mær frá, at tað var ikki bara sum at siga tað, at verða sosialráðgevi tá Almannastovan var sett á stovn. Fáar lógir og nærum ongar leiðreglur gjørdu arbeiði sera tungt og møtimikið.

Tykkara arbeiði er nógv broytt. Nú er lóggávan á almannaøkinum blivin meira umfatandi, og alsamt fleiri leiðreglur, mannagongdir og mál verða sett. Men enn er arbeiðsbyrðan stór, og helst skulu tit dokumentera munandi meira í dag, enn fyri fáum árum síðani. Í tykkara dagliga arbeiðið vera tit møtt av stórum og kanska mótstríðandi forvæntningum frá viðskiftafólkið, leiðslu, lóggávu - og so skal játtanin sjálvandi eisini halda!

Rákið um New Public Management-stýring hevur florerað í noranlondum seinnu árini. Mál skulu setast. Alt skal mátast, m.a. við tjeklistum.

Eg kann ikki siga við vissu, hvussu nógv hesin arbeiðsháttur ávirkar tykkara dagliga arbeiðið, men eg havi varhugan av, at tað er ikki heilt onki.

Í dag er rákið við at venda, tíbetur. Nú er eitt ógvuliga heitt kjak í okkara grannalondum um, hvussu sleppast kann burturúr øllum hesum “máti-galskapinum”. Skrivstovuvald og dokumentatiónskrøv stjala tíðina frá sosialfakliga arbeiðinum. Fer øll tíðin til dokumentatión, er pláss ikki er fyri fakligheitini.

Tað er eisini týdningarmikið at minnast til, at vit arbeiða við menniskjum, sum ofta hava samansettir tørvir, og sum ikki kunnu krossast av á einum standardiseraðum lista.

Mín visjón er, og tað havi eg sagt frá fyrsta degi, at arbeiðið skal byggja á fakligar avgerðir og vit og skil. Skrásetingar og mátingar skulu bert brúkast, har ið tað er neyðugt og gevur meining.

Til dømis hevur Almannamálaráðið ein mál- og avriks sáttmala við Almannaverkið. Eftir hesum sáttmála, fer Almannaverkið í ár at seta fokus á autismuráðgeving, svartíðir og skiftið frá barnalívi til lívið sum vaksin.

At seta sær mál fyri arbeiðinum á henda hátt, gevur meining eftir mínum tykki, tí tað sjónligger bæði fyri starvsfólki og brúkarum, hvar fokus er. Men vit mugu minnast til altíð at hava uppgávuna - ella rættari borgaran - í miðdepli heldur enn dokumentatiónina, soleiðis at vit kunnu veita eina góða tænastu til borgaran.

Mín visjón er eisini, at í framtíðini verður samstarv millum fakbólkar og samskipan har fleiri almennir myndugleikar eru við.

Vit hava, í fleiri ár, hoyrt tosið um “eina hurð” hjá borgaranum inn í skipanina. Vit hava fingið autismuøkið skipað sambært “tí góðu tilgongdini”, vit hava sett “serligt skipað miðnám” á stovn og vit hava stovnin fyri ung sálarsjúk í Stoffalág.

Eg eri sannførd um, at hetta bert er byrjanin. Nógv fleiri tænastur og arbeiði hjá ymsum bólkum í samfelagnum, fara at verða loystir við tvørfakligum samstarvið. Avbjóðingin liggur í at fáa hesi samstørv at rigga, við tí úrsliti, at borgarin fær eina betri tænastu. Í tílíkum samstørvum fara altíð ivamál at verða, eitt nú hvør hevur ábyrgdina fyri hvørjum? hvør ger hva?, nær fara vit yvirum fakmørk hjá hvørjum øðrum, tá ið uppgávur vera loystar í felag?

Hetta verður ein avbjóðing, men eg veit, at vit at megna hana.

Ein onnur broyting, sum so smátt er byrja, er at borgarin, í størri mun, skal takast við upp á ráð. Til dømis verður tosað um “borgarastýrdar tænastur”. Her er mín hugsan tann, at tað er gott at borgarin eisini verður sæddur sum ein einstaklingur og fær ávirkan, men tað merkir ikki - og má ikki merkja - at borgarin fær ábyrgdina av tænastuni, skilt á tann hátt, at hann verður sín egni arbeiðsgevari, við øllum tí pappírsveldi, ið har fylgir við.

Tað er ikki bara tykkara arbeiðsháttur, ið er broyttur seinnu árini. Hugburðurin aftanfyri tær lógir, ið vit, sum politisk skipan, geva tykkum at arbeiða eftir, er eisini broyttur.

Hugsanin aftanfyri forsorgarlógina, ið enn er partvíst galdandi, og lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, er heilt hvør sín.

Forsorgarlógin byggir á tað hugsjón, at um borgarin kemur út fyri onkrari sosialari hending, so skal hann kenna seg tryggan, tí samfelagið spennir eitt trygdarnet undir borgarar sínar. Sosiala hendingin kemur, sum meginregla, orsaka av broytingum í samfelagnum.  Hóast forsorgarlógin eisini snýr seg um fyribyrging og revalidering, so er høvuðstankin: tryggleiki fyri borgaran. Tann fakliga metingin er grundarlagið undir tørvsmetingini. Onki við at stigmatisera borgaran ella staðfesta orsøkirnar til støðuna, viðkomandi er komin í, sum nakað, ið einstaklingurin sjálvur hevur ábyrgdina av.

Við lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, hava vit sett eina nýggja kós. Lógin byggir á hugsjónina um aktivan sosialpolitik. Eg nevndi í áðni, at okkara tænastur eru eitt sosialt trygdarnet undir borgaranum. Men vit mugu eisini ansa eftir, at vit ikki taka ábyrgdina fyri egnum lívi frá borgaranum. Tað verður lagdur størri dentur á, at borgarin skal fáa - og megna - at fasthalda sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og tí má borgarin varðveita og menna sínar førleikar støðugt. Nú er tað ikki longur nokk “bert” at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum. Vit vita, at borgararnir megna tað sjálvir; men tað er ikki altíð, at teir sjálvir varnast tí, ella eisini manglar viljin til sjálvur at klára seg.

Henda fatan er, eftir mínum tykki bert partvíst sannleikin. Tað kunnu, enn sum áður, verða orsøkir til sosialu støðuna borgarin er komin í. Ein orsøk, sum liggur uttanfyri einstaka borgaran. Tað er týdningarmikið, at borgarin fær møguleikan at flyta seg úr einari sosialari støðu til eina aðra. Fortreytin er, at borgarin skal megna hetta. Tað nyttar onki at noyða ella revsa fólk. Rúm má eisini verða fyri teimum, ið av onkrari orsøk ikki megna at varðveita ella menna sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Søren Kierkegaard sigur tað so væl:

“at man, naar det i sandhed skal lykkes en at føre et menneske hen til et bestemt sted, først og fremmest maa passe på at finde ham der hvor han er, og begynde der.”

At enda vil eg eisini nevna tænastulógina, sum lutvíst avloysir forsorgarlógina. Ætlanin er at definera rættindi og skyldur hjá borgara og myndugleika. Vit ynskja at gera greitt, hvørjar tænastur borgarin hevur rætt til, og kunna veita eina góða heildartænastu. Vit vilja varðveita trygdarnetið samstundis sum vit taka borgaran við og hjálpa honum til eitt sjálvstøðugt lív. Vit vilja raðfesta álit fram um eftirlit.

Á almannaøkinum vilja vit gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastum. Hetta megna vit við at raðfesta fakligheit og samstarv millum fleiri myndugleikar. Síðani Almannastovan var stovnað, hava vit, við tykkara fakkunnleika, flutt okkum nógv. Men eg ynski, at vit framhaldandi flyta okkum, til gangs fyri okkara borgarar og okkara samfelag.

At enda fari eg at ynskja tykkum til lukku við runda degnum og ynskja tykkum alt tað besta framyvir við vón um framhaldandi gott samstarv.

Myndir frá føðingardegnum