29.04.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Spakin settur í til Heimið til børn og ung við autismu

Spakin settur í til Heimið til børn og ung við autismu

Mánadagin, 3. mai, verður spakin settur í til heimið til børn og ung við autismu, ið verður bygt í Kvíggjartúni á Argjum. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðahaldi.

Tiltakið er kl. 15.00 í Kvíggjartúni á Argjum. Stjórin fyri Landsverk, Sigurd L. Lamhauge, bjóðar vælkomin og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ber fram røðu og loysir síðani fyrsta flagið.

Verið vælkomin!