20.11.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Spennandi tiltak í Smæruni 25. november

Spennandi tiltak í Smæruni 25. november

25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Og aftur í ár verður ljós varpað á hetta, við tiltaki, sum Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Sig frá/Almannamálaráðið skipa fyri.

Triðja hvør kvinna kring allan heim er ella hevur verið fyri harðskapi – antin likamligum, kynsligum ella sálarligum.

Eitt økið, sum tað ikki í nóg stóran mun verður varpað ljós á, er seksuellur harðskapur í parlagi. Ein avgerandi orsøk til hetta er, at flestu fakfólk, politikarar ella granskarar, hava ikki tað neyðuga málbrúkið og neyðugu vitanina til at megna at seta orð á og fáa í ljósmála, hvussu útbreiddur seksuellur harðskapur í parlagi er.

Eiga vit ikki orðini, er heldur ikki lætt at veita tann stuðul, sum harðsskapsrakt hava tørv á. Og enn minni at virka fyri, at fyribyrgja seksuellum harðskapi.

Á tiltakinum í ár verða tríggjar framløgur:

  • Ta fyrstu tekur ph.d. Eva Bertelsen sær av og hevur hon heitið “Seksuellur harðskapur í parlagi”.
  • Síðani fer Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur og traumaserfrøðingur at greiða frá royndunum úr Kvinnuhúsinum.
  • Í seinastu framløguni fara Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig at leggja fram, við støði í kandidat ritgerð teirra um átakið #Samtykki.

Eftir hetta verður skipað fyri pallborðskjaki, við luttøka av: Jóhan Dahl, løgtingslimur, Kristianna Winther Poulsen, politikkari, Umboð fyri løgregluna, Eva Bertelsen, ph.d., Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur og traumaserfrøðingur, Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig.

Orðstýrari er Rógvi Olavson.

Tiltakið, sum verður fyriskipað í Smæruni í Tórshavn, byrjar kl. 13 og er sett at enda kl. 16.

Vinarliga sýnið Koronapass ella negativa koronotest ikki eldri enn 48 tímar.

Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru vælkomin!

Tilmelding er ikki neyðug, men vit eru takksom um tit geva okkum eitt prei á kristjan@amr.fo, um tit koma.