08.06.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Spyr Meg vitjar landsstýriskvinnuna

Spyr Meg vitjar landsstýriskvinnuna

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fekk fyrr í vikuni vitjan av nevndini í Spyr Meg.

Spyr Meg er undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna. Undir vitjanini kunnaði nevndin landsstýriskvinnuna um, hvat tey gera fyri sín málbólk, og nýttu samstundis høvi til at spyrja landsstýriskvinnuna um hvørjar framtíðarætlanir hon hevur á hesum øki.

Nevndin hevði orðað fleiri viðkomandi og umráðandi spurningar, ið tey ynsktu at seta landsstýriskvinnuni, og fingu tey eitt gott prát um avbjóðingar og ætlanir á økinum.

Tann 4. mai var tað 10 ár síðani, at Spyr Meg varð sett á stovn, og hevur nevndin síðani tá verið við til at broyta og bøta um umstøðurnar hjá fólkum við menningartarni.

“Spyr Meg ger eitt stórt arbeiði, ið virkar fyri, at fólk við menningartarni fáa eina sjálvstøðuga rødd, og eri eg sera takksom fyri vitjanina. Tað er av alstórum týdningi at fólk við menningartarni verða hoyrd og hava ávirkan á alt tað, sum viðvíkur teimum,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Á myndini: Herdis Johnsdóttir Johannesen, nevndarforkvinna í Spyr Meg, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, Meiken S. Olsen, nevndarlimur í Spyr Meg, Lennart Magnussen, tiltakslimur í Spyr Meg og Erla Gunnhild Marr Erlandsdóttir, nevndarlimur í Spyr Meg.