31.03.2021 · Almannamálaráðið

Starv: Hug at arbeiða við sosialpolitikki?

Starv: Hug at arbeiða við sosialpolitikki?

Tvey spennandi og avbjóðandi størv sum fulltrúar í Almannamálaráðnum eru leys at søkja. Annað starvið er fast starv, meðan hitt er tíðaravmarkað starv frá 1. mai 2021 til 30. apríl 2022 ella sambært nærri avtalu.  

Sum fulltrúi arbeiðir við einum fjølbroyttum úrvali av ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum. Størvini eru í einum spennandi politiskum arbeiðsumhvørvi.

Høvuðsuppgávurnar eru 

  • At tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir og rundskriv 
  • At ráðgeva landsstýrisfólkinum
  • At vera við í byggiverkætlanum
  • At orða politikkir og gera frágreiðingar
  • At ráðgeva og leiðbeina stjórnarráðum, stovnum og felagsskapum
  • At svara fyrispurningum úr t.d. Løgtinginum
  • At umboða stjórnarráðið í ymsum høpi, eitt nú í eftirliti, í arbeiðsbólkum og kunning um málsøki

Størvini verða skipaði í ávikavist á deildini fyri byggi- og bústaðamál, javnstøðumál o.a. og á deildini fyri almannamál og persóns-, familju og arvarætt. 

Deildin fyri byggi- og bústaðamál, javnstøðumál o.a. 

Deildin umsitur m.a. byggiverkætlanir, bústaðarpolitikk, lóggávuna fyri húsalánsgrunnin, leigulógina, javnstøðulógina, sosial hagtøl, stuðulsjáttanir til feløg og verkætlanina harðskapur í parlagi og nærsambondum. 

Deildin fyri almannamál og persóns-, familju og arvarætt 

Deildin umsitur m.a. lóggávu á almannaøkinum, barnavernarlógina, tvingsilslógina, umframt persóns-, familju- og arvarættarliga øki. Denturin í hesum starvi er á tvingsilslógina og barnaverndarlógina.  

Førleikar 
Tú hevur útbúgving á kandidatstigi innan løgfrøði, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði ella sambæriligt prógv.  

Tú ert nærlagdur/nærløgd og tænastusinnað/-ur og hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini at samstarva við onnur.  

Tú megnar at arbeiða undir trýsti og at hava fleiri bóltar í luftini í senn, eins og tú dugir at arbeiða undir teimum treytum, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting.     

Lønar- og setanartreytir 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.  

Umsókn  

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skulu sendast talgilt til Almannamálaráðið á amr@amr.fo 

Umsóknarfreist 
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. apríl 2021, kl. 12.00. Neyðugt er ikki við tveimum umsóknum, um bæði størvini verða søkt. Vinarliga tilskilað ístaðin raðfesting tína av størvunum.  

Nærri fæst at vita um starvið á deildini fyri byggi- og bústaðamál, javnstøðumál o.a. við at venda sær til til Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarstjóra, á tlf. 734056 ella umvegis teldupost á jeb@amr.fo, og um starvið á deildini fyri almannamál og persóns-, familju og arvarætt við at venda sær til Marjuna Magnussen, deildarstjóra, á tlf. 734060 ella umvegis teldupost á marjun.magnussen@amr.fo.   

Almannamálaráðið, ið umsitur almannamál, familju-, persóns- og arvarætt, bústaðamál og javnstøðumál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.