30.09.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Størri útboð av fjøltáttaðum íbúðum

Størri útboð av fjøltáttaðum íbúðum

Eyðgunn Samuelsen hevur í dag hugt at íbúðunum á Óðinshædd og við Skansan, ið Bústaðir hevur latið bygt. Íbúðirnar verða í næstum klárar at taka í nýtslu.

“Eg fegnist um, at vit nú fáa eitt enn størri útboð av dygdargóðum, orkuvinaligum íbúðum í Havn. At síggja fjøltáttaða úrvali av íbúðum, ið Bústaðir letur byggja, gevur íblástur, nú vit fara at seta orð á framtíðar bústaðapolitikkin.” sigur Eyðgunn Samuelsen.

Við Skansan eru 12 íbúðir við eini búvídd á 54 – 99 m2. Húsaleigan verður millum 5.500 – 9.200 kr. um mánaðin.
Á Óðinshædd eru 22 íbúðir við eini búvídd á 54 – 86 m2. Húsaleigan verður millum 4.400 – 6.300 kr. um mánaðin.​