22.12.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Stórur tørvur á viðgerðartilboði fyri seinárin

Stórur tørvur á viðgerðartilboði fyri seinárin

Longu nú er greitt, at tørvurin er stórur á viðgerð fyri seinárin av kynsligum ágangi barnaárini.

Í samstarvi við felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, hevur Almannamálaráðið skipað viðgerðartilboðið.

Viðgerðartilboðið, sum Almannamálaráðið skipar í samstarvi við felagið hjá Føroyskum Sálarfrøðingum, varð boðið út fyrr henda mánaðin, og longu nú eru tey nógv, sum eru farin í viðgerð.

-Hetta staðfestir tað, sum vit hildu okkum vita frammanundan, nevniliga at tørvurin á slíkum tilboði er stórur, sigur Annika Helgadóttir Davidsen, forkvinna í Felagnum føroyskir sálarfrøðingar.

Viðgerðartilboðið, sum er ókeypis, er fyri øll vaksin fólk, sum hava trupulleikar av seinárinum, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi, tá tey vóru børn. Tey, sum ynskja at fáa hesa viðgerð, skulu sjálv seta seg í samband við ein av teimum sálarfrøðingum, sum standa á listanum hjá felagnum. Listin er at finna á heimasíðuni hjá felagnum, psykolog.fo.

Viðgerðartilboðið verður skipað sambært Heildarætlan um kynsligan ágang, sum Almannamálaráðið umsitur.

Tey, sum vilja hava viðgerð hjá sálarfrøðingi fyri seinárin, kunnu lesa meira á amr.fo.