08.06.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Tá samfelagið ikki sær, hoyrir ella skilir

Tá samfelagið ikki sær, hoyrir ella skilir

Hetta er heitið á nýggjari frágreiðing, sum norðurlendska samstarvsráðið fyri brek, hevur almannakunngjørt.

Frágreiðingin, sum snýr seg um harðskap móti kvinnum og móti teimum, sum bera brek, gevur ítøkilig ráð og uppskot til framhaldandi norðurlendskt samstarv á hesum øki.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur umbiðið frágreiðingina, sum ein bólkur av serfrøðingum úr øllum limalondunum hevur gjørt.

Føroyskt umboð í arbeiðsbólkinum var Elin Winther Poulsen, samskipari av heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.

Frágreiðingin kann lesast her