04.02.2019 · Almanna- og mentamálaráðið

Thyra Frank, danskur ráðharri í eldramálum, vitjar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum

Thyra Frank, danskur ráðharri í eldramálum, vitjar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum

Danski ráðharrin vil fegin kunna seg um føroyskan eldrapolitikk

Í morgin, týsdag, kemur Thyra Frank at vitja Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Thyra Frank, sum er danskur eldraráðharri, vil fegin kunna seg um, hvussu føroyski eldrapolitikkurin er skipaður.

Meðan Thyra Frank er í Føroyum, fer hon fyrst at vitja Kommunufelagið, har stjórin fer at greiða frá um eldraøkið í Føroyum. Hon fer eisini at vitja fleiri kommunur: Klaksvíkar Kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu og Sørvágs Kommunu. Allastaðni fær hon høvi at síggja stovnar eins og hon fær kunning um, hvussu tær ymisku kommunurnar skipa sín eldrapolitikk.

Vitjanin hjá Thyru Frank varir til hósdagin, 7. februar.