20.03.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Tíðindafundur um støðuna á almannaøkinum

Tíðindafundur um støðuna á almannaøkinum

Klokkan 11 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um støðuna á almannaøkinum, nú koronavirus rakar í Føroyum.

Á tíðindafundinum verða Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum og Tóra við Keldu, forkvinna í Megd.

Tað eru einans fjølmiðlafólk, sum kunnu møta til tíðindafundin, men Kringvarpið sendir beinleiðis frá fundinum í sjónvarpinum og í útvarpinum.

Leinkja til beinleiðis sjónvarp: Beinleiðis sjónvarp

Leinkja til beinleiðis útvarp: Beinleiðis útvarp