14.02.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Til lukku Deyvafelag Føroya!

Til lukku Deyvafelag Føroya!

Hjartaliga til lukku við fimmti ára degnum, Deyvafelag Føroya, og øll, sum á ymsan hátt varða av føðingardagsbarninum!

Av hjarta takki eg tykkum fyri stóra arbeiði, sum tit nú í eina hálva øld hava gjørt fyri tey deyvu í Føroyum, og fyri teirra avvarðandi.

Tað er í alstóran mun Deyvafelag Føroya fyri at takka, at vit í dagsins samfelagi hava eitt samfelag, sum eisini rúmar teimum deyvu.

Í einum samfelagi, eigur tað at bera til hjá øllum at hava eitt virkið lív, at kunna taka lut og at hava innihald í gerandisdegnum.

Deyvafelag Føroya sá dagsins ljós, tann 12.februar 1972 í Gøtu. Hetta eru tað fleiri eldsálir sum eiga æruna av og sum øll hesi ár hava verið við til at víðka um virksemi felagsins.

Hesi fólk sóu og skiltu stóra tørvin og brettu upp um armar, fyri at fáa betri umstøður fyri okkara deyvu samfelagsborgarum

Eg fari ikki at nevna nøvn, men eg fari at ynskja tykkum øllum – og okkum øllum – hjartaliga til lukku við fimmti ára degnum.

Takk fyri gott samstarv.

Bestu ynski til tykkum øll!

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum