09.07.2021 · Almannamálaráðið

Tilboðini at byggja Sambýlið á Mýrini latin upp

Tilboðini at byggja Sambýlið á Mýrini latin upp

Tilboðini at byggja nýggja Sambýlið á Mýrini í Hoyvík, vóru latin upp í gjár. Tilboðini vóru innanfyri kostnaðarmetingina.

Arbeiðið varð boðið út í trimum stórarbeiðstøkum, og samanlagt vóru 16 arbeiðstakarar, ið lótu inn tilboð. Landsverk fer beinanvegin at eftirkanna tilboðini og at gera avtalur við arbeiðstakarnar.

Jørðarbeiðið er framt, og klárt er at fara undir at byggja. Bygningurin skal standa liðugur á heysti 2022.