07.09.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Tiltak hjá ungmannafelag: Sex krevur samtykki

Tiltak  hjá ungmannafelag: Sex krevur samtykki

Á fundi hjá Unga Tjóðveldi í vikuni var evnið Sex krevur samtykki.

Katrin á Neystabø fyri Amnesty International og Elin Winther Poulsen fyri Sig frá verkætlanini hjá Almannamálaráðnum tóku lut á fundinum.

Tær greiddu fyrst frá kampanjuni, sum Fólkaheilsuráðið, Politiið í Føroyum, Amnesty og Almannamálaráðið hava gjørt í felag.

Síðani vóru spurningar og kjak.

Ungu fundarluttakararnir høvdu nógvar spurningar og nógv áhugaverd sjónarmið vórðu umrødd á fundinum.