28.03.2019 · Almanna- og mentamálaráðið

Toymisleiðari til “Megna títt lív” settur

Toymisleiðari til “Megna títt lív” settur

Almannaverkið hevur sett Magna Højgaard sum toymisleiðara fyri átakinum “Megna títt lív”.

“Megna títt lív” er átak at lofta ungum við svárum sosialum ella sálarligum trupulleikum og álvarsligum rústrupulleikum.

Magni Højgaard hevur arbeitt millum misnýtarar og heimleys á Mændenes Hjem á Istedgade í trý ár, og hevur seinastu árini verið leiðari á sosialu eindini hjá Bláa Krossi, og er ein eldsál innan økið.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum gleðist um, at tað hevur borið til at fingið ein toymisleiðara við hollum royndum, og at tað nú av álvara verður farið undir hetta týðandi arbeiðið, sum stórur tørvur er á.

Til samans 24 umsóknir vóru til starvi.