27.06.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

Trivnaðarnevnd Norðurlandaráðsins vitjar í Føroyum

Trivnaðarnevnd Norðurlandaráðsins vitjar í Føroyum

Trivnaðarnevndin í Norðurlandaráðnum (Udvalget for Velfærd i Norden) er í hesum døgum á vitjan í Føroyum við tí fyri at fáa kunnleika til Føroyar og føroyskar vælferðarskipanir.

Nevndin hevur eisini havt fund við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Norðurlondini hava fleiri felags avbjóðingar á almannaøkinum og á vælferðarøkinum, og vælferðarviðurskifti, sum norðurlandaráðið arbeiðir við, eru í stóran mun eisini viðkomandi fyri Føroyar.

Á fundinum við norðurlendsku trivnaðarnevndina var tað tó í stóran mun Eyðgunn Samuelsen, sum kunnaði um føroysk viðurskifti, og um tær verkætlanirnar, sum landsstýrið hevur ætlanir um at fremja. Eyðgunn Samuelsen tók m.a. fram arbeiði við nýggjari tænastulóg og stóru útbyggingarnar av vardum bústøðum og bústovnum í Suðurstreymoy, og eisini umrøddu hon við nevndina felags norðurlendsku avbjóðingarnar við rúsevnismisnýtslu hjá børnum og ungum.