03.10.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Trivnaðarnevndin vitjar á Almannaverkinum

Trivnaðarnevndin vitjar á Almannaverkinum

Trivnaðarnevnd løgtingsins vitjaði í gjár á Almannaverkinum, har landsstýriskvinnan í almannamálum Eyðgunn Samuelsen og stjórin í Almannaverkinum Edvard Heen tóku ímóti.

Edvard Heen greiddi frá um tær mongu tænasturnar, ið Almannaverkið veitir kring landið. Almannaverkið hevur nógvar ymsar uppgávur – alt frá sosiala ráðgeving og leiðbeining, til stuðulstænastur til fólk við serligum tørvi og útgjald av ymsum veitingum.

Talan var um eina sera upplýsandi kunning, har tingfólkini fingu betur innlit í virksemið hjá Almannaverkinum og allar tær uppgávur, sum liggja fyri framman innan vælferðarøkið í Føroyum.