28.06.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

Ungfólk skulu loftast

Ungfólk skulu loftast

Ung fólk, sum hava víðfevndar sálarligar, sosialar og rúsevnistrupulleikar skulu loftast.

Tað er landsstýriskvinnan í almannamálum avgjørd um.

"Eg má bara staðfesta, at almennu skipanirnar sum eru, ikki hava nøktandi tilboð til tey ungu, sum hava álvarsligir trupulleikar at dragast við og eg kann ikki bara lata standa til" sigur Eyðgunn Samuelsen í viðmerking.

Tað eru alsamt fleiri ung, sum hava víðfevndar sálarligar, sosialar og rúsevnistrupulleikar og eru orsøkirnar torgreiddar. Fleiri skipanir gera hvør í sínum lagi sítt fyri at veita viðgerð, hjálp og stuðul.

Landsstýriskvinnan í almannamálum metir, at neyðugt er at samskipa verandi skipanir soleiðis, at tey ungu, sum hava tørv á umfatandi hjálp frá øllum skipanum, verða loftaði og fáa eitt málrættað heildartilboð.

Royndirnar vísa, at tað er neyðugt at samstarva og vit hava t.d. við átøkum, sum Tann góða tilgongdin og Bú - og viðgerðarstovninum í Stoffalág, víst, at borgarin fær munabetri hjálp, tá vit myndugleikar arbeiða saman.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen verið í samband við landsstýriskvinnuna í heilsu- og innlendismálum Sirið Stenberg, sum er til reiðar at samstarva soleiðis, at tey ungu fáa ta hjálp, teimum tørva.

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur givið boð um, at eitt ítøkiligt uppskot um eitt samskipa heildartilboð skal verða klárt soleiðis, at hetta kann gerast partur av fíggjarlógarviðgerðini fyri 2018.

Í næstum verða avvarðandi myndugleikar og viðkomandi sjálvboðin felagsskapur boðin á fund í Almannamálaráðnum, sum kemur at standa á odda fyri arbeiðinum at finna ein samstarvsleist.