21.09.2018 · Almannamálaráðið

Vælferðarvaktin: Eyðgunn Samuelsen kunnað um íslendska skipan

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur dag verið á fundi við íslendsku forkvinnuna í Vælferðarvaktini, Siv Friðleifsdóttir.

Vælferðarvaktin er íslendsk skipan, har myndugleikar, partar av arbeiðsmarknaðinum og sjálvbodnir hjálparfelagsskapir hittast at umrøða viðurskiftini hjá teimum, sum eru fíggjarliga ringast fyri í landinum. Partarnir gera eisini tilmæli til myndugleikarnar um, hvørji tiltøk eiga at setast í verk.

Eyðgunn Samuelsen segði eftir fundin, at tað var sera áhugavert at hoyra, hvussu henda skipanin virkar. Skipanin er lutfalsliga løtt at seta á stovn, og hjálparfelagsskapirnir fylgja dagliga væl við, og kunnu tí skjótt siga frá, um tørvurin í samfelagnum broytist.

“Tað, sum vit kanska mangla í Føroyum, er at savna vitanina, sum ikki finst í hagtølunum, men sum er úti í samfelagnum, hjá felagsskapum, stovnum o.ø.

Um vit fáa tey, sum á ymsan hátt varða av familjum, sum hava tað trupult, at tosa saman, fáa vit eisini eina betri og meira nuanseraða fatan av avbjóðingunum, og kunnu vit harvið eisini finna betri loysnir”, segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.