15.09.2021 · Almannamálaráðið

Vælvitjað ráðstevna um arbeiðsmarknaðin og javnstøðu

Vælvitjað ráðstevna um arbeiðsmarknaðin og javnstøðu
1 / 3

Fyrrapartin í dag høvdu nógv fólk valt at luttaka á ráðstevnuni um arbeiðsmarknaðin og javnstøðu, sum Almannamálarádi og Javnstødunevndin skipadu fyri.

Landsstýriskvinnan í javnstødumálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, bjóðar vælkomin og helt innleiðandi røðuna.

Við hesi ráðstevnu, vilja vit seta okkum sum mál, at vit øll sum samfelagsborgarar, verða væl kunnaði og upplýst og klárt til at taka av avbjóðingini við at styrkja javnstøðutilgongdina, landi og fólki at gagni.

Les alla røðuna hjá Landsstýriskvinnuni í javnstødumálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur her:

Góðan morgun, og vælkomin øll somul til hesa ráðstevnu, sum hevur fingið heitið ”Arbeiðsmarknaðurin í javnstøðubrillum”, fyriskipað í samstarvi millum Almannamálaráðið og Javnstøðunevndina.

Eitt av mínum ábyrgdarøkjum, sum landsstýriskvinna, er júst javnstøða og fegnist eg tí stórliga um, at hendan ráðstevna nú er vorðin veruleiki. Her fáa vit øll møguleikan til, at fáa eitt enn betri innlit í økið og eisini at koma til orðanna í kjaki.

Sjálvt um tað í fleiri ára tíggjur hevur verið arbeitt við javnstøðu, so eru vit her á landi enn ikki komin á mál. Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til tað. Ting taka tíð, og samanborið við okkara grannalond, so eru vit eitt siðbundið samfelag.

Hetta eigur tó ikki at verða nøkur forðing fyri, at vit javnt og samt arbeiða fram á fyri at burturbeina allan mismun orsakað av kyni.

Javnstøðuarbeiðið er ein felags ábyrgd, har bæði dreingir og gentur og kvinnur og menn skulu kunnast og upplærast í, at taka ábyrgd fyri hesi felags søk. Hetta eigur at byrja frá smábarni av og halda á gjøgnum alt lívsskeiðið.

Eitt tíðarhóskandi samfelag, har javnstøða millum kynini er ein sjálvsagdur partur er tó óloysiliga bundið at, at samfelagið eisini strukturelt er ment og búgvi til hetta. Tí má eisini tann parturin takast við, her hugsi eg bæði um útbúgvingarøkið, familjuøkið og arbeiðsmarknaðin. Og júst hetta var eisini eitt av endamálunum við hesi ráðstevnu.

Endamálið er at varpa ljós á, hvussu vit sum samfelag kunnu tryggja teir best møguligu karmar fyri, at okkara børn og ungu kunnu mennast, og ikki minni, at okkara familjur, borgarar og arbeiðsfólk trívast.

Tíbetur er tað ein sannroynd, at tá ræður um fakfólk, so er føroyska samfelagið væl fyri við fólki, sum arbeiða innan javnstøðuøkið.

Tí kunnu vit eisini í dag bjóða eina skrá, har trý av okkara egnu fakfólkum bjóða seg fram, til at hava framløgur, hvør á sínum øki.

Ráðstevnan er býtt upp í hesi trý fakøkir, sum samstundis eisini bjóða inn til hvør sítt politiska øki. Til hvørt økið, verður lagt fyri við framløgu frá ávikavist Ivonnu Johansen, Eriku Hayfield og Kára Holm Johannesen. Vælkomin til tykkum trý og takk fyri at vit vildu luttaka.

Í fyrsta parti verður evnið: børn, menning og javnstøðu. Her verður komið nærri inn á javnstøðuna í sambandi við sjálva uppalingina av børnum, í familjulívi og í dagstovni og skúla. Hvussu møta vit hesi avbjóðing og hvat halda pallborðsluttakararnir um støðuna í dag? Tað verður spennandi at fylgja við í.

Í øðrum lagi flyta vit okkum yvir í at tosa um familjupolitikk, kyn og arbeiðsmarknaðin.

  • Hvussu hava vit ella hvussu áttu vit, at innrætta føroyska samfelagið fyri at fáa familjulív til at sampakka best møguligt við modernaða arbeiðsmarknaðin?
  • Kundi barsilskipanin verið tillagað enn meira ella er tíðin komin til at hyggja nærri eftir arbeiðstíðini?

Vit gleða okkum til eitt kjak um hetta.

Vit enda við at taka javnstøðubrillurnar uppá og hyggja nærri at arbeiðsmarknaðarhagtølum.

Hvat siga hesi okkum um:

  • hvat kynini forvinna,
  • hví er býtið sum tað er og
  • hevur hetta týdning fyri okkum sum samfelag?

Í øllum trimum førum eru pallborðini umboðaði við bæði politikarum og fakfólki, sum kunnu verða við til at lyfta kjakið og har vit øll sum luttakarar kunnu sleppa uppí part.

Takk fyri til tykkum øll sum hava játtað at verið við í pallborðinum.

Og ikki minst til Óluvu Zachariasen, sum fer at leiða okkum ígjøgnum hesa spennandi skránna.

Við hesi ráðstevnu, vilja vit seta okkum sum mál, at vit øll sum samfelagsborgarar, verða væl kunnaði og upplýst og klárt til at taka av avbjóðingini við at styrkja javnstøðutilgongdina, landi og fólki at gagni.

Eg fari at enda at ynskja tykkum øllum eina góða ráðstevnu. Og skal tað vera mín vón, at vit øll, við tí førningi vit fáa við okkum aftur hiðani, føla okkum væl ílatin til at luttaka í tí kjaki, sum er neyðugt fyri at halda føroysku javnstøðugongdini, á eini siðiligari og burðardyggari leið.

Takk fyri