29.01.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Vígsluskjølini broytt

Vígsluskjølini broytt

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í familjumálum, hevur gjørt av at  broyta  vígslusskjølini, frá maki 1 og maki 2,  til maður og kvinna.

Og hjá  samkyndum frá maki 1 og maki 2 til kvinna og kvinna ella maður og maður.

Tað er Familjufyrisitingin, um fer at umsita skjølini, og vígslumyndugleikar kring landið skulu tí venda sær til Familjufyrisitingina, tá brúk er fyri fleiri eintøkum av vígsluskjølum.

Vígsluskjølini umfata m.a. Hjúnalagsváttan, Eftirkanningarbók, Vígslubræv og Altjóða Hjúnabandsváttan.