Broyta løgtingslógina um almannapensjónir (Pensjónsnýskipan)

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Pensjónsnýskipan)
Frágreiðing

Høvuðsendamálini við pensjónsnýskipanini eru:

1. At tryggja øllum eina góða pensjón
Øll tey, ið hava lítla ella onga inntøku framíhjá, fara at fáa meira at liva av. Eisini verður møguleiki fyri at fáa framskundaða pensjón, soleiðis at tey, ið eru kropsliga ella sálarliga slitin av arbeiðsávum, kunnu fara frá, áðrenn tey náa fólkapensjónsaldur.

2. At eggja fólki at arbeiða eftir pensjónsaldur
Tey, ið ynskja at arbeiða eftir pensjónsaldur fara at kunna velja at útseta fólkapensjónina, og afturfyri fáa hægri pensjónsútgjald, tá farið verður á pensjón. Eisini lækkar mótrokningarprosentið í viðbótini úr 60% niður í 40%, samstundis sum mótrokning millum hjún verður strikað.

3. At styrkja búskaparliga haldførið
Pensjónsaldurin hækkar ½ ár í 2025 og síðan aftur ½ ár í 2030. Síðan verður sett í verk ein skipan, har pensjónsaldurin verður treytaður av gongdini í miðal lívsævi hjá fólki, ið hava nátt fólkapensjónsaldur. Almannapensjónin verður í størri mun lagað til aðra inntøku, og land og kommunur fáa fleiri skattainntøkur so hvørt talið av pensjónistum hækkar við tað at útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar og fleiri fara at fáa pensjónsviðbót, ið bæði verða skattað við útgjald.

Nærri kunning um samlaðu pensjónsnýskipanina er í hjálagda fylgiskrivi “Pensjónsnýskipan 2020”.

Ummælisfreistin er farin
24.11.2017
Ráð
Almannamálaráðið
Øki
Pensjónsøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
03.11.2017
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.....pdf Javntekstur til uppskot til løgtingslóg um broyting � løgtingslóg um alm....pdf