Byggja eitt bú- og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um at byggja eitt bú- og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu
Frágreiðing

Lógaruppskotið er ein liður í einari samlaðari løguætlan hjá landsstýrismanninum í
almannamálum, ið umframt bú- og viðgerðarstovn til børn og ung við autismu, eisini fevnir
um vardar bústaðir, bústovn og barnaheim.

Uppskotið er liður í at bøta um umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek í Suðurstreymi. Verandi
bústaðir og bústovnar eru í ringum standi, bíðilistin til búpláss er langur og eingi tøk pláss eru
í skipanini til bráðfeingis búpláss.

Verandi standur á fleiri sambýlum til fólk, ið bera brek og bústovnum til børn í Suðurstreymi
eru aloftast als ikki hóskandi til endamálið umframt, at húsast verður í gomlum og slitnum
sethúsum, ið ikki eru hildin við líka.

Ummælisfreistin er farin
19.10.2017
Ráð
Almannamálaráðið
Øki
Bústovnar
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
19.10.2017
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
17-00797-1 Uppskot til ll. um bygging av bú- og umlættingarheimi í Tórshavn til bør. 467080_2_0.pdf Byggiskrá.pdf