Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at minka um markaforðingarnar, tá fyritíðarpensjónistar flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland. Hetta verður gjørt við at javnseta teir fyritíðarpensjónistar, ið flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland, við fyritíðarpensjónistar, ið flyta millum Føroyar og onnur norðurlond. Samstundis ger uppskotið upp við teir skeivleikar, ið standast av at danska lóggávan á økinum er broytt, soleiðis at gamla avtalan millum londini um at fyritíðarpensjónir kunnu takast við millum londini, ikki longur kann praktiserast. Hervið verða nýggir fyritíðarpensjónistar javnsettir við tey, ið fingu fyritíðarpensjón áðrenn 1. januar 2003.

Ummælisfreistin er farin
21.10.2019
Ráð
Almannamálaráðið
Øki
Almannapensjónir
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
14.10.2019
Samband
amr@amr.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Almannapensjón (Flyting Av Fyritíðarpensjón) Eftirkannað Javntekstur Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Almannapensjónir (Flyting Av Fyritíðarpensjónum) Eftirkannað