Uppskot til kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku

Heiti
Uppskot til kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
Frágreiðing

Kunngerðin hevur heimild í § 25, stk. 7 í Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og fevnir um persónar, sum fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku orsakað av ansing av børnum við varandi sjúku ella breki. Nýggja kunngerðin er víðkað til eisini at fevna um ansing av persónum undir fólkapensjónsaldur, sum hava seinheilaskaða, og persónum sum eru doyggjandi (í heiminum).

Kunngerðin verður ætlandi sett í gildi 1. januar 2021, og samstundis verður kunngerð nr. 94 frá 24. juni 2009 um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sett úr gildi.  

Hoyringsfreistin er týsdagin 15. desember kl. 12.

Ummælisfreistin er farin
15.12.2020
Ráð
Almannamálaráðið
Øki
Mist arbeiðsinntøka
Slag
Kunngerð
Dagfesting
30.11.2020
Samband
www.amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Kunngerð Um Endurgjald Fyri Mista Arbeiðsinntøku