Uppskot til kunngerð um mannagongd fyri kærumálsviðgerð hjá Javnstøðunevndini

Heiti
Uppskot til kunngerð um mannagongd fyri kærumálsviðgerð hjá Javnstøðunevndini
Frágreiðing

Um uppskotið
Javnstøðunevndin virkar sambært løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn (hereftir ‘Javnstøðulógin’). Javnstøðunevndin hevur m.a. sum uppgávu, at viðgera kærur frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn. Landsstýrið skal sambært lógini áseta nærri reglur um kærumálsviðgerð hjá Javnstøðunevndini. Hesar reglur eru ongantíð gjørdar.
Við tað at Javnstøðunevndin, í sínum virki sum kærumyndugleiki, skal vera óheft at politiska myndugleikanum, metir Almannamálaráðið, at málsviðgerðarreglur fyri nevndina eiga at vera ásettar í kunngerð og ikki í rundskrivi ella øðrum tænastuboðum.
Uppskotið til kunngerð er orðað við tí fyri eyga, at leggja kæruviðgerðina hjá Javnstøðunevndini í fastar karmar og soleiðis bæði lætta um arbeiðið hjá Javnstøðunevndini og betra um rættartrygdina hjá kærarum og kærdum.

Ummælisfreist
11.02.2022
Ráð
Almannamálaráðið
Øki
Javnstøðumál
Slag
Kunngerð
Dagfesting
12.01.2022
Samband
amr@amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Til Hoyringar Uppskot Til Kunngerð Um Mannagongd Fyri Kærumálsviðgerð Hjá Javnstøðunevndini