Uppskot til Leiðbeining um viðgerð av klagum hjá javnstøðunevndini

Heiti
Uppskot til Leiðbeining um viðgerð av klagum hjá javnstøðunevndini
Frágreiðing

Almannamálaráðið sendi í januar 2022 uppskot til kunngerð um kærumálsviðgerð hjá javnstøðunevndini til hoyringar. Eftir at viðmerkingarnar komu innhevur Almannamálaráðið í samráð við lógartænastuna í Løgmansskrivstovuni gjørt av at gera eina leiðbeining ístaðin.  

Javnstøðunevndin virkar sambært løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn. Afturat hesum er javnstøðunevndin klagumyndugleiki. Javnstøðunevndin hevur m.a. sum uppgávu at viðgera klagur frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn. Landsstýrið skal sambært lógini áseta nærri reglur um klagumálsviðgerð hjá javnstøðunevndini.  

Uppskotið til leiðbeiningina er orðað við tí fyri eyga, at leggja viðgerðina av klagum hjá javnstøðunevndini í fastar karmar og soleiðis bæði lætta um arbeiðið hjá Javnstøðuskrivstovuni, og til at betra um rættartrygdina hjá klagara og klagaða. 

Ummælisfreistin er farin
01.11.2022
Ráð
Almannamálaráðið
Øki
Javnstøðumál
Slag
Leiðbeining
Dagfesting
04.10.2022
Samband
amr@amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Uppskot Til Leiðbeining Um Viðgerð Av Klagum Hjá Javnstøðunevndini